Tá ið fólk fyrr fingu eina almenna viðurkenning, var tað ein serlig hending EINA FERÐ og bara ta einu ferðina.
Tað var ein sensatión!
Nú er tað næstan gerandiskostur og nøkur fáa fleiri ferðir virðisløn.
Tað er beinleiðis fótatraðk.
Øll vita, at ein persónur hevur fingið SOMU heiðursløn FÝRA ferðir!
Nú MÁ øll henda premieringin halda uppat.
Annars verða allir prisir kulturelt virðisleysir og láturliga absurdir.
So nógv TALENT er ikki at lívga og premiera.
Eingin fer at taka heiðurslønir í álvara longur.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo