Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Hetta InDesign-skeiðið er til tín, sum arbeiðir í eini marknaðar- ella samskiftisdeild ella líknandi, og sum hevur smærri uppgávur sum t.d. lýsingar, faldarar, flyers, visittkort, innbjóðingar, smærri útgávur vm. Tú ætlar tær í holt við InDesign, ella kanska arbeiðir tú longu við forritinum, men hevur kensluna av, at tú ikki dugir nóg væl at gagnnýta allar møguleikarnar í InDesign. 

Fyri tey flestu í grafiska heiminum er InDesign tað mest umráðandi amboðið til grafiska framleiðslu. Hóast tú ikki ert grafikari, so kanst tú fáa stóra nyttu úr InDesign.

Á skeiðinum lærir tú at nýta grundleggjandi amboðini í forritinum, so at tú, tá skeiðið er liðugt, dugir tú at arbeiða við einføldum publikatiónum. Tú lærir, hvussu tú stovnar skjøl við einari ella fleiri síðum, hvussu tú formaterar tekstir, og hvussu tú arbeiðir við myndum. 

Tú fært eisini skil á øllum grundleggjandi hugtøkum og spurningum, tá tú skalt framleiða prentlutir við InDesign, til dømis: Hvør er munurin á CMYK- og RGB-litum, og nær skalt tú nýta hvørjar litir. Hvussu stóra upploysing skal ein mynd hava, og hvussu kannar tú, um upploysingin er í lagi til ein prentlut. Og so lærir tú ikki minst at gera PDF-fílur uttan feilir – klárar at lata inn til prentsmiðju ella avís. 

Ávegis á InDesign-skeiðnum fært tú nógv góð ráð og triks til, hvussu tú fært sum mest burtur úr forritinum, og tá skeiðið er at enda komið, arbeiðir tú skjótt og trygt við InDesign.

Nøkur fá pláss eru eftir til hetta skeiðið í InDesign. Tekning HER ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo