BirkBloggur: Tá íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar (f.1943) um aldarskiftið fann uppá Listastevnu Føroya, royndu fólk at fáa Paul Simon higar at syngja, eftir at Björk varð uppgivin, tí hon var ov kravmikil. Listarliga orsøkin, at fáa Paul Simon higar, hevði í nógv ár verið eyðsýnd, men praktiska orsøkin var, at Simon sjálvur nú var farin at siga, at hann bara sang á smáum støðum.
Ein lokalur sponsorur, eitt skeinkistað í Havn, legði eina risa upphædd á borðið, um vit eydnaðust at fáa Paul Simon higar at syngja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo