Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ófatuligi politiski heksadansurin um menningarkvotur heldur fram.

Samgongan, sum legði frá landi við høvuðsendamálinum at steðga allari politiskari útlutan, situr nú í sveittabroti og telvar hvør skal hava “menningarkvotu”. 

Lat okkum taka afturíaftur, hvat samgongan segði, tá hon legði frá landi:

Øll spekulasjón við veiðuloyvum skuldi steðga.

Føroyar skuldu yvir til eina “marknaðargrundaða skipan”.

Samtykta lógin fekk navnið “fyrisiting av sjófeingi”.

Í viðmerkingunum var sagt soleiðis:

“Ein liður í teimum nýskipanum, samgongan hevur sett sær fyri í fiskivinnupolitikkinum, er, at farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan...

... Tað skal verða gjørligt hjá fólki og føroyskum feløgum, ið lúka treytir um ognarskap, skatting, manningarviðurskifti o.a., at taka lut í føroyskari fiskiveiðu eftir greiðum og javnbjóðis treytum í eini marknaðargrundaðari skipan”. 

Út úr løgtinginum kom ein seinan desemberdag í 2017 ein løgtingslóg, sum ikki hevði nakað sum helst samband við hesar viðmerkingar:

- Vit fingu eina skipan, sum ongin vildi hava og sum ongantíð hevur verið minni “marknaðargrundað” og sum ongantið áður hevur bygt á størri “politiska útlutan” enn júst nú.

Vit fingu eitt nýtt fyribrigdi, nevniliga skipaða politiska útluting, nú kallað menningarkvotur. 

Í ár skulu útlutast 41.912 tons av svarkafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavsild.

Inn komu um 40 umsóknir, og ein politiskt settur starvsfelagi hjá Høgna Hoydal skuldi saman við øðrum meta um hesar umsóknir.

Á pappírinum skuldi dentur leggjast á “í hvørjum øki ella økjum í landinum” menningarætlanin skal fremjast og “hvussu menningarætlanin kann skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur”.

Politiskt útlutaðu menningarkvoturnar kunna “latast” fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár – heilt ókeypis.

Umsóknarfreistin er sum kunnugt farin. 

Høgni Hoydal legði dent á, at hansara leiklutur var eingin í hesum máli.

Alt var lagt yvir í "klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni".

Vit hava fingið at vita, at “óhefta” nevndin gav sítt tilmæli til landsstýrismannin fyri meira enn eini viku síðani.

Hvørjum bíða vit eftir?

Sambært Høgna skuldi hann ongan leiklut hava yvirhøvur.

Nú fáa vit at vita, at menningarkvoturnar kanska ikki verða útlutaðar fyrr enn eftir Ólavsøku.

Kann Høgni geva okkum eina frágreiðing um, hvørjum vit bíða eftir.

Eitt er vist. 

Komiski Ali hevði ikki megnað tað betri enn Høgni at villleiða føroya fólk um, hvat veruliga gongur fyri seg aftan fyri politiska leikpallin.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo