Sambært viðmerkingum frá Sp/f Røkt til nýggju elveitingarlógina so er ilt at síggja, hvussu ferð skal koma á orkuskiftið, og sett mál skulu verða nádd, tá privati aktørurin verður settur at kalla til viks og missur alt initiativ.
Røkt mælir staðiliga til, at Open-Door mannagondin verður varðveitt.
Henda mannagongd ella møguleiki hevur higartil tryggjað, at tvær tær størstu vindmyllulundirnar standa í drift í Hoyvíkshaganum innan bara 5 ár, og hesar hava tryggjað SEV eina munagóða inntøku seinastu 2 árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo