Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í skjótt 15 ár havi eg starvast millum børn og ung í frítíðarskúla og ungdómshúsi. Hesa seinastu tíðina í einum frítíðartilboði til børn í 3. flokki. Dagliga tosi eg við foreldur, sum gleðast um møguleikan hjá barninum at koma í eitt frítíðartilboð, her tað er saman við sínum vinum og øðrum børnum og vaksnum, sum eru um tey. Alternativið er mangan, at børnini fara til ein skerm heima við hús. Mangan møti eg eisini foreldrum, sum harmast, tí teirra barn ikki fær bjóðað eitt frítíðartilboð aftaná frítíðarskúlaárini. Børn, sum koma í 3. flokk, eru ikki altíð nóg búgvin til at vera heima sjálvi, til foreldrini fáa frí frá arbeiði.

Gransking og kanningar vísa, at børn, sum eru virkin í góðum felagsskapi, verða betur fyri og klára seg betur, tá tey gerast eldri. Øll børn og ung í Tórshavnar Kommunu eiga tí at hava javnbjóðis møguleika at koma í eitt frítíðartilboð og virkishús(ungdómshús) í sínum nærumhvørvi. Virkishús hava kveikjandi og námsfrøðilig tilboð fyri yngstu skúlabørnini og tannáringarnar, sum stuðla og møta barninum.

Virkishús eru óformel møtistøð hjá ungum, har tey verða møtt av eldhugaðum starvsfólki, sum vísa teimum áhuga og kveikja tey við kreativum virksemi so sum tónlist, KREA, e-sport og mangt annað. Hetta er eitt stað, har barnið verður møtt av ábyrgdarfullum vaksnum, sum leggja oyra til teirra stúranir og gleði. Virkishús eru fyribyrgjandi á tann hátt, at okkara ungu ikki søkja ringan felagsskap í barnaárunum.

Miðflokkurin hevur í síni valskrá skrivað: “at virðing og kærleiki til hin einstaka verður raðfest framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál!” Børn og ung, sum hava ein sertørv, skulu á jøvnum føti við øll onnur kunna koma í frítíðartilboð og virkishús. Um tað er neyðugt, skulu eyka stuðulstímar latast til barnið. Játtanin til hesa sertímar, sum sitandi býráð hevur lagt fram fyri 2025, møtir á ongan hátt dagsins tørvi. Ein skipan kundi verið, at stovnsleiðarar hava eina peningaliga rúmd, at seta inn, tá brádligur tørvur uppstendur.

Eg vil eisini virka fyri, at frítíðarfelagsskapir, sum virka fyri góðum barna- og ungdómslívi, hetta er t.d. ítóttur, skótar o.l., skulu hava bestu umstøður at virka í Tórshavnar Kommunu, til gleði fyri barna- og ungdómslívið hjá okkara børnum og ungum.

Vit skulu geva okkara børnum, ungu og tilkomnu bestu umstøður at røra seg innan- og uttandura. Vit skulu hava góðar umstøður til leik og rørslu í frítíðini. Vit fara at gera skate-parkir og fleiri spælipláss, her børn kunnu røra seg og vera saman við vinfólki, og foreldur kunnu koma við sínum børnum í frítíðini.

Hetta fer Miðflokkurin at fremja.

X við Nikkil Heinesen,
Miðflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo