Fleiri og fleiri journalistar verða hóttir, og óheftni hjá public service miðlum verður álopið.
Tað er alarmerandi tendensurin, sum Civil Liberties Union for Europe (Liberties) vísir á í síni árligu frágreiðing, sum kannar miðlafrælsi í ES.
- Politisk ávirkan – og í førum beinleiðis stjórnarumsjón – heldur áfram at dálka almennar miðlar í fleiri av limalondunum, verðir millum annað sagt í frágreiðingini sambært DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo