Illa gitni russiski nasjonalisturin og krígsbrotsmaðurin Igor Girkin vil heldur í kríggj enn í fongsul, skrivar TV 2.
Hann var í januar dømdur fýra ára fongsul fyri ekstremismu eftir at hava funnist at Vladimir Putin. Men hann kærdi, og nú vónar hann at fáa broytt fongsulsrevsingina til hertænastu í Ukraina, sigur advokatur hansara við miðilin RBC.
Í 2022 var hann við dómstól í Haag dømdur in absentia til lívlangt fongsul fyri at hava dripið 298 fólk umborð á ferðafólkaflogfarinum MH17 hjá Malaysian Airlines, sum var skotið niður í 2014.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo