Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tullis Matson, Signa Kallsoy Joensen, EJ Eldridge, Kristina Maria Fjallstein, Jóna A. Ólavsdóttir, Rasmus í Haraldssundi

Tullis Matson, Signa Kallsoy Joensen, EJ Eldridge, Kristina Maria Fjallstein, Jóna A. Ólavsdóttir, Rasmus í Haraldssundi

Tullis Matson, Signa Kallsoy Joensen, EJ Eldridge, Kristina Maria Fjallstein, Jóna A. Ólavsdóttir, Rasmus í Haraldssundi

Felagið Føroysk Ross: Felagið Føroysk Ross hevur síðan 1978 virkað fyri at byggja upp ein ílegugrunn við niðurfrystum rossasáði og fáa gjørt eina arvafrøðiliga lýsing av rossastovninum. Nú er endiliga brostið fyri nev.

Seinastu árini hevur orka verið løgd í at byggja upp ein ílegugrunn við niðurfrystum rossasáði. Í hesum sambandi er avtala gjørd við fyritøku úr Bretlandi, Stallion AI services. Umboð frá fyritøkuni eru í løtuni í Føroyum og taka sáð av føroysku greðingunum. Fyrstu royndirnar at taka sáð vóru gjørdar á Búnaðarstovuni í Kollafirði sunnudagin 11. august 2024 og ábendingar eru um at hetta hepnast sera væl.

Væntandi verða sáðtøkur alla vikuna og hvør sáðtøka kann brúkast til umleið 5-6 ísáðingar. Í løtuni er stovnurin: 26 greðingar; 42 ryssur og 14 geldir hestar.

Arvafrøðiliga allýsingin av rossastovninum
Í 2003 var í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya farið undir at fáa DNA kanningar av føroyska rossaslagnum, soleiðis at staðfestast kundi at slagið veruliga var serligt. DNA kanningarnar vístu at føroyska rossið er egið slag, og ongin ábending er um uppíblanding av øðrum rossasløgum.

Í 2018 keypti felagið eina útgávu av skipanini World Fengur, sum felagið hevur navngivið: Føroya Fongur. Við Føroya Fongi ber til at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir, flís nummar, myndir og mangt annað. Føroya Fongur er ein brúkaravinarlig skipan har allir limir í Felagnum Føroysk Ross lættliga kunnu seta seg inní alingina.

Umframt Føroya Fong nýtir felagið í samráð við Nordgen eina skipan, ið kallast EVA. EVA forritið útroknar innannøring og ansar eftir at øll upprunarossini eru líka nógv umboðað í stovninum.

Við samaneiningini millum Føroya Fong og Eva ber til at skipað alingina av føroyska rossaslagnum betur. Til dømis ber til at síggja júst hvørjir greðingar hóska best til hvørja ryssu, fyri at forða fyri innannøring.

Framtíðin
Við hesum báðum átøkunum metir felagið at vera komið eitt gott fet á leiðini fyri at varveita ílegurnar hjá Føroyska rossinum.

Við Føroya Fongi ber til at kanna ílegurnar og seta tær saman sum fragast og við sáðbankanum ber til at goyma sáðið, soleiðis at ílegurnar verða varðveittar og brúktar skilagott.

Fakta um Føroyska rossið:

  • 1978 - Felagið Føroysk ross verður stovnað. Blóðroyndir kannaðar og eyðmerktar til at vera serstakar (Rossastovnurin: 13 ross)

  • 2003 – DNA kanningar staðfestu úrslitið frá 1978. Føroyska rossið er egið slag, og ongin ábending er um uppíblanding (Rossastovnurin: 46 ross)

  • 2018 – Talgild skráseting av ættartalvuni hjá Føroyska rossinum (Rossastovnurin: 85 ross)

  • 2024 – Ílegugrunnur við niðurfrystum rossasáði (Rossastovnurin: 82 ross)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo