Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Eysturlund

Spurningar:
1. Ætlar løgmaður at geva loyvi til Eysturlund?

2. Um ja, nær kann roknast við at loyvi verður givið?

Viðmerkingar:
Nú er ein tíð farin, síðan tað frættist um eina stórsligna ætlan at framleiða grøna orku til vinnuna, sum vil hava grøna orku, við vindmyllulundini Eysturlund. Íleggjararnir eru klárir at fara í gongd, men bíða eftir neyðugum loyvum. Vindmyllulundin skal kunna framleiða 350GWt, sum er tríggjar og eina hálva ferðir meir enn vindmyllulundin við Gellingarklett.

Nú vindmyllulundin við Gellingarklett hevur verið virkin í tvey ár kann staðfestast, at føroyska samfelagið hevur spart 28.000 tons av olju, omanfyri 85.000 tons minni CO2- útlát í mun til, um henda orka varð framleidd á oljurikna Sundsverkinum. Í krónum er sparingin omanfyri kr. 100 mió.

Sambært framleiðsluroknskapinum hjá SEV vórðu í 2023 framleiddir 458 GWt, herav eru áleið 65GWh frá Gellingarkletti.

Framleiðslukostnaðurin uttan vindmyllulundina við Gellingarklett hevði verið 107 oyru (491Mkr./458GWh), og við framleiðsluni frá lundini við Gellingarklett er framleiðslukostnaðurin 96 oyru (441Mkr./458GWh). Hetta er ein sparing fyri brúkaran á 14 oyru KWh við meirvirðisgjaldi og ein sparing fyri húsarhald og vinnu á 10% í framleiðslukostnaði.

At seta vindmyllur upp má gerast um summarið, og um møguleiki skal verða at fáa vindmyllulundina upp í 2026, má loyvi fáast til vegar, so fyrireikingarnar kunnu fara í gongd og vindmyllurnar bíleggjast. Skal grøna orkuskiftið fremjast til gagns fyri borgarar og vinnu, hevur tað týdning, at tey, ið bjóða seg fram, fáa møguleikan, og tí verður spurt, um løgmaður ætlar at geva loyvi til Eysturlund og nær.

Longur vit bíða, dýrari verður tað fyri samfelagið og umhvørvið.

Á Løgtingi, 29. oktober 2024
Bárður Á Steig Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo