Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar bleiv stovnaður í 1964 við játtan av donsku fíggjarlógini í árunum frá 1964 til 1979 á íalt 140 mió. kr., sum í dagsins pengum svarar til 1,5 til 2,0 milliardir.

Hetta var peningur, sum danska stjórnin játtaða til vaksandi tørvin á stórum verkætlanum, fyri at byrta undir vinnuliga framburðin, ið var við at koma í gongd aftur eftir nøkur soltin ár.

Tað er ikki rætt, at hetta er partur av Marshall-hjálpini, sum er komið fram í kjakinum um hvar innskotið í Íleggingargrunnin er komið frá, tað er av donsku fíggjarlógini.

Av Marshall-hjálpini, ið var latin úr USA til endurbygging av Europa, eftir oyðileggingarnar av seinna veraldarbardaga, var ein partur latin Føroyum tíðliga í 1950-árunum, til m.a. vatnorkuútbyggingar hjá SEV, útbyggingar av telesamskifti og til stovnan av Føroya Realkreditstovni til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum.

Styrkja infrakervið
Endamálið við Íleggingargrunninum hevur frá byrjan verið at fíggja størri almennar verkætlanir til gagns fyri føroyska vinnulívið, har fígging annars ikki fæst fyri ein rímiligan kostnað.

Grunnurin hevur gjøgnum árini verið við til at fíggja stórar útbyggingar av samfelagnum. Byrjanin var helst tunlarnir norður um fjall, síðani brúgvin um Streymin, havnútbyggingar, vatnorka, vindorka, telesamskifti, undirsjóvartunlar, ferja, flogfør, tyrlur, hotel, flúgvisimulator o.a. Uttan Íleggingargrunnin høvdu fleiri av hesum frambrotum neyvan sæð dagsins ljós.

Føroysku peningastovnarnir eru lutfalsliga smáir til slíkar íløgur, og tí ynskja teir at aðrir fíggjarstovnar eru við til at veita fíggingina, og her hevur mangan verið boð eftir grunninum at veita felags fígging, sum í fleiri førum ikki hevði verið gjørlig at fingið frá øðrum fíggjarstovnum.

Eftir at undanfarna landsstýri arbeiddi við at heimtaka grunnin, hevur Løgmaður nú boðað frá, at grunnurin verður heimtikin, og at ætlanin er at helvtin verður brúkt til útbygging av Vága Floghavn og hin helvtin til Suðuroyartunnilin.

Áhugavert verður at fylgja við, um grunnurin verður heimtikin og avviklaður, ella um hann framhaldandi fer at veita fígging, sum hann hevur gjørt nú í 60 ár tann 29. januar 2024.

Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo