Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í Løgtinginum í gjár var lívligt kjak um Íleggingargrunnin, sum landsstýrið og danska stjórnin hava avtalað skal yvirtakast 1. januar 2025.

Ein stórur partur av kjakinum snúði seg um, hvørt talan var um danskar pengar ella um seinkaða Marshallhjálp. Tað skal eg ikki gera meg klókan uppá. Versiónirnar eru fleiri.

Men renturnar, og harvið meginparturin av dagsins innihaldi, eru undir øllum umstøðum goldnar av tí føroyska samfelagnum.

Samlaða inngjaldið í Íleggingargrunnin var í síni tíð 140 milliónir yvir 16 ár – frá 1964 til 1979.

Grunnurin hevur virkað í 60 ár og hevur lænt pengar út til nógvar týdningarmiklar verkætlanir; og tær 140 milliónirnar eru í dag vaksnar til knappar 700 milliónir. Hetta, hóast grunnurin tvær ferðir er partvíst tømdur.

Knappar 400 milliónir vóru tiknar út til flogvallarútbyggingina fyri nøkrum árum síðani, og 200 milliónir til at bjarga Sjóvinnubankanum í 1992. Tað seinna við donskum revolvara fyri pannuna.

Rokna vit aftur til 1964, so hevur avkastið hjá Íleggingargrunninum sostatt verið 3,77% um árið (tað hevur í veruleikanum verið nakað hægri, tí inngjøldini strektu seg yvir 16 ár).

At tøma grunnin, nú vit yvirtaka hann, er ein stokkutur hiti. Ístaðin eigur grunnurin at halda fram eftir sama leisti sum higartil, har hann framhaldandi veitir fígging til føroyskan infrastruktur og fæið harvið fær møguleika at veksa víðari.

Á tann hátt kunnu framtíðar ættarlið eisini fáa gleði av grunninum.

Eitt stovnsfæ, sum rentar við 3,77% um árið tvífaldast forrestin uppá 19 ár.

Og tað er slett ikki so galið.

Erling Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo