Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava í Keypmannahavn í dag skrivað undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025. 

Semjuskjalið kann lesast her.  

Føroyskt ynski gingið á møti
Løgmaður fegnast um semjuna og sigur, at “Íleggingargrunnurin hevur verið umsitin av føroyskum myndugleikum síðani 1976, men formliga hevur grunnurin ikki verið føroyskur. Longu nakrar vikur eftir, at eg gjørdist løgmaður, tók eg hetta upp við danska forsætisráðharran, og eg havi tikið hetta upp í fleiri umførum síðani. Eg fegnist um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti.”

Nýggj farstøð og avsetan til møguligan Suðuroyartunnil
Nú Íleggingargrunnurin verður fluttur á føroyskar hendur, eru smáar 700 milliónir krónur í grunninum, og nú fáa Føroyar fult ræði á hesum kapitali. Tað merkir, at Løgtingið nú kann raðfesta, hvat fæið í grunninum kann brúkast til.

Løgmaður ætlar, at helvtin av fænum skal brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn, og hin helvtin skal setast av til møguligan Suðuroyartunnil. Løgmaður ætlar, at fíggingin úr grunnurin skal veitast yvir eitt áramál. Ætlanirnar hjá løgmanni krevja sjálvandi, at undirtøka er fyri hesum í Løgtinginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo