Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Í seinastuni er tað tvær ferðir hent, at annar motorurin er steðgaður eftir at okkurt flótandi er stoytt útyvir instumentini. Í báðum førum var talan um ein Airbus A350, og í báðum førum spældi alt væl av, tí tað eydnaðist manningini at bróta túrin av og lenda við einum motori.

Tað er norski miðilin tu.no sum skrivar um hendingarnar. Europeisku loftferðslumyndugleikarnir hava sent út fyribils kravboð um broyttar mannagongdir tá flogið verður í europeiskum loftrúmi. Og eisini Airbus hevur ásett, at í pørtum av stýrihúsinum er ikki loyvt at hava nakað flótandi.

Miðilin nevnir eisini aðrar líknandi tilburðir. Millum annað í november, tá te varð stoytt útyvir instrumentini, og í januar, tá ein líknandi hending var í einum flogfari hjá Delta sum var á veg úr Detroit til Seoul. Annar motorurin steðgaði eitt korter eftir at onkur hevði stoytt. Flogfarið vendi og lendi í øllum góðum við einum motori í Fairbanks í Alaska nakrar tímar seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo