Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eftir at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um at trekkja fakfelagsgjald frá í skatti var follið við 16-0-16 í løgtinginum í dag, vóru røddir frammi um, at hetta møguliga kann hava ta avleiðing, at Sonja Jógvansdóttir fer at atkvøða ímóti uppskotinum um eina fiskivinnunýskipan, sum kemur til 3. viðgerð í morgin.

Við Kringvarpið í kvøld segði Sonja Jógvansdóttir eisini, at tað er trupult at gera avtalur við Aksel V. Johannesen, løgmann, um nakað sum helst, tí hann klárar einki at levera.

Men tað er ikki so sannlíkt, at Sonja fer ímóti samgonguni í málinum um fiskivinnunýskipanina.

Eitt er, at øll samgongufólk, sum vóru til staðar í tinginum atkvøddu fyri málinum (Kristin Michelsen var ikki til staðar. Hann var staddur uttanlands), og at málið kann leggjast framaftur eina aðru ferð. Men eitt annað er uppskotið, sum kom beint aftaná 2. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, t.e. uppskotið hjá Sonju.

Hetta var uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Uppskotið var frá Jenisi av Rana og Bill Justinussen, og skjeyt tað upp, at givin veiði- og fiskiloyvi hava gildi í tvey ár aftrat, t.e. fram til 1. januar 2020.

Hetta uppskotið fall við 16-0-16, t.e. at øll samgongan - umframt Sonja Jógvansdóttir, sum stuðlar samgonguni - ógvuliga sannlíkt atkvøddi ímóti tí. Broytingaruppskotið frá meirilutanum í vinnunevndini um at givin veiði- og fiskiloyvi hava gildi í eitt ár aftrat fall eisini við 16-0-16.

Kann tað hugsast, at Sonja Jógvansdóttir - óansæð hvussu vónbrotin hon so er av løgmanni og samgonguni - fyrst atkvøður nei fyri at leingja givin veiði- og fiskiloyvi í tvey ár aftrat og síðan atkvøður ímóti uppskotinum um eina fiskivinnunýskipan í morgin?

Nei, tað er rættiliga ósannlíkt, sjálvt um Sonja Jógvandsdóttir segði við KVF, eftir at hennara uppskot var follið, og eftir at hon hevði atkvøtt ímóti uppskotinum hjá Miðflokkamonnunum, at hon nú umhugsar støðuna til atkvøðugreiðsluna í morgin.

Hon kann valla liva við at vera viðvirkandi til, at Føroyar onga fiskivinnulóggávu hava tann 1. januar.

Men sum bretar vanliga plaga at taka til: only time will tell (bara tíðin fer at vísa).

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo