Presturin Símun Persson Jacobsen prædikaði í Skála kirkju í dag, haðan Kringvarpið sendi til alt landið, men ikki øll vóru so fegin um prestsins orð um fosturtøku.
Teirra millum er journalisturin Justinus Eidesgaard: les her
Jóannes Eidesgaard viðmerkir eisini tað sum prestur segði í útvarpaðu guðstænstuni í morgun:
- Eg hvakk ikki sørt við, tí hann tók fram mál, har hann rósti løgmanni fyri at hava sagt, at sjálvandi skuldi ófødda barnið ikki vera verri fyri enn onnur. Eg hoyrdi sendingina við løgmanni tórskvøldið í Svf, og har nevndi hann enntá fleiri ferðir nýfødda barnið og ikki ófødda. Her leggur prestur løgmanni orð í munnin. Sjálvandi skal prestur hava loyvi at siga tað, sum hann ynskir, og tað virði eg fult og heilt, men tá ein endurgevur, so eigur tað at vera rætt. Annars kundi onkur kanska trúð, um hann ikki visti betur, at hetta ikki var ein guðstænasta, men at ein var endaður á landsfundi hjá Miðflokkinum. Men vit virða sjálvandi talufrælsið, skrivar fyrrverandi løgmaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo