Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tey sum ikki eru fevnd av kollektivum sáttmála, ikki eru limir í arbeiðarafelag, lærligar o.o. skulu møta sum vanligt til arbeiðis.

Tað minnir Føroya Arbeiðsgevarafelag limir sínar á.

Tvær treytir skulu vera uppfyltar, fyri at starvsfólkið er fevnt av arbeiðssteðgi:

  • Starvsfólkið skal verða fevnt av kollektivum sáttmála millum FAG og tey fýra fakfeløgini, sum er partur av arbeiðssteðginum,og

  • Starvsfólkið skal vera limur í einum av teimum fýra fakfeløgunum, sum er partur av arbeiðssteðginum.

Sum dømi kann nevnast, at ein arbeiðari, sum er settur sambært handverkarasáttmálanum, ikki er fevndur av arbeiðssteðgi hjá arbeiðarafeløgunum.

Lærlingar, næmingar og praktikantar eru ikki fevndir av einum verkfalli og skulu møta sum vanligt.

Starvsfólk, sum ikki eru limir í einum av fakfeløgunum, sum eru partur av verkfallinum, eru ikki fevnd av verkfallinum, og hava skyldu at møta til arbeiðis sum vanligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo