Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 094/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um Sandoyartunnilin

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Er ósemja ímillum P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil og arbeiðstakaran NCC um at gera Sandoyartunnilin lidnan?

2. Drálar NCC við at gera Sandoyartunnilin lidnan, og um so er, hvør er orsøkin?

3. Sleppa undirarbeiðstakarar ikki fram at, fyrrenn NCC er liðugt við sítt arbeiði?

Svar:
Fyri at svara spurninginum havi eg vent mær til P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil. Partafelagið upplýsir fylgjandi:

Til spurning 1
Arbeiðið at gera Sandoyartunnilin líður væl og tað er einki, sum bendir á, at tunnilin ikki verður liðugur til sáttmálasettu tíðarfreistina. Tá slík stór arbeiðir verða gjørd, verður nærum altíð samskift aftur og fram um ymiskt. Tað er í løtuni ikki nøkur ósemja um at gera sjálvan tunnilin lidnan.

Til spurning 2
Yvirskipað er sáttmálin millum byggiharran og arbeiðstakaran umfataður av ABF 06(Almindelige Betingelser for arbejder og leverancer i byggeog anlægsvirksomhed), sum nágreinar samstarvið millum partarnar. Vanligt er, at ein slíkur sáttmáli m.a. inniheldur tíðarfreistir fyri nær ymisk arbeiðir skulu vera liðug. Áðrenn hesar tíðarfreistir, er tað arbeiðstakarin, sum hevur allan rætt til at leggja til rættis síni arbeiðir, og nær teir ymisku staklutirnir verða gjørdir. Byggiharranum kunnugt, er tað ikki nakað, sum bendir á, at umrøddi arbeiðstakari ikki klárar at halda sínar tíðarfreistir smb. sáttmálanum.

Til spurning 3
Undirarbeiðstakarar hava verið inni í Sandoyartunlinum og gjørt ymisk arbeiðir eftir avtalu við høvuðsarbeiðstakaran. Ætlandi fara teir aftur í tunnilin at arbeiða, tá arbeiði hjá høvuðsarbeiðstakaranum er komið longri. Í løtuni riggar tann eini undirarbeiðstakarin seg til uttanfyri tunnilin á Gomlurætt, og annars framleiðir og testar útgerðina, sum skal inn í tunnilin.

Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo