Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

KVF hevði eitt tunnilskjak á breddanum í Degi og Viku hóskvøldið.

Hetta snúði seg m.a. um samhaldsfesti í at hækka tunnilsgjøld í undirsjóvartunlunum fyri at fíggja fleiri verkætlanir.

Undarligt at velja orðið samhaldsfesti í hesum sambandi. Tað, sum lagt verður upp til er, at summir føroyingar skulu gjalda fyri aðrar føroyingar, men at størsti parturin av føroyingum, sum sjáldan ella ongantíð hava fyri neyðini at ferðast gjøgnum hesar gjaldstunlar, ikki skulu gjalda ella gjalda minimalt.

Tað merkir, at gjøld mugu hækka fyri ein part av føroyingum. Hjá teimum, sum hava hesar ferðsluæðrar fyri neyðini. Er hetta samhaldsfesti? Nei, heldur ein vreingjan av veruleikanum, sum setir økini í Føroyum upp móti hvørjum øðrum. Í besta føri, eitt selektivt samhaldsfesti.

Um brúkaragjøld eru framtíðin. So er bara at seta gjøld á fleiri almennar tænastur.

Eg haldi, at hetta er ein vánalig loysn.

At Vágatunnilin og Norðoyartunnilin hava smá tunnilsgjøld í dag er úrslit av, at gjøldini vóru høg í byrjanini, men eru stigvíst lækkað.

Í Vágatunlinum vóru tey í 2002 188,- kr. aftur og fram fyri hvønn túr. Hetta vóru nógvir pengar tá. Nú er so gjaldið komið niður á 20,- kr.

Tað kann ikki koma uppá tal at hækka gjøldini aftur, heldur hinvegin. Ikki er rætt at brúka økini í Føroyum sum kastibløkur fyri orðinum samhaldsfesti.

Samhaldsfesti er, tá allir føroyingar eru javnsettir. Har øll gjalda. Skattaskipanin er eitt dømi.

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo