SSL: Strandferðslan kannar í løtuni, hvussu ið verkfallið ávirkar tænastuna frameftir.
Fyrispurningur er sendur til fakfeløgini, ið lýsir ivamálini hjá SSL, men tað er ikki greitt enn, um SSL fær undantøk. Tí ber ikki til í løtuni at siga, hvussu ið tænastan verður komandi dagarnar.
Kunning verður fyrst og fremst løgd út á heimasíðuna hjá SSL. Broytingar í ferðaætlanunum verða eisini sendar út umvegis sms og á gula breddan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo