Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Læknavaktin
Spurningar:
1. Hvussu leingi bíðar hvørt fólkið í miðal, áðrenn telefonin svarar, tá ein ringir til læknavaktina?
2. Hvussu ofta er tað komið fyri seinasta árið, at fólk ringja til læknavaktina, og telefonin ikki svarar?
3. Stjórin í Heilsutrygd segði herfyri, at møguliga átti skipanin at broytast. Er landsstýrismaðurin samd við stjóran í Heilsutrygd? Um so er, hvørjar broytingar, sær landsstýrismaðurin fyri sær, kunnu gerast fyri at fáa skipanina at rigga betur?
Viðmerkingar:
Fyri nøkrum døgum síðan vóru søgur aftur frammi um læknavaktina á Landssjúkrahúsinum, har fólk høvdu bíðað ógvuliga leingi, áðrenn telefonin svaraði. Í summum førum svaraði telefonin ongantíð.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at skipanin fær ákoyringar, tí tað annahvørt tekur ov leingi at svara, ella einki svar fæst. Tað er ikki í lagi og kann elva til stúran og ørkymlan.
Í fleiri førum seinastu árini hava somu støður endurtikið seg, har fólk hava bíðað ógvuliga leingi ella einki svar hava fingið.
Í almennari samrøðu herfyri segði stjórin í Heilsutrygd, at skipanin møguliga átti at enduskoðast ella broytast, tí tað vóru avbjóðingar við henni. Millum annað nevndi hann sjálvur, at tað samstarvið, sum er millum kommunulæknarnar og sjúkrahúsverkið, ið saman reka skipanina, kanska átti at gerast einfaldari, uttan at hann tó kom nærri inná, hvussu skipanin við at gerast einfaldari gjørdist betri.
Læknavaktin er ein týdningarmikil partur av okkara heilsutænastum, og tað hevur stóran týdning, at hon riggar, sum hon skal, og at fólk kunnu hava álit á henni.
Á Løgtingi, 26. mai 2023
Sólvit E. Nolsø
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo