Tað er ikki fyrstu ferð at nakar er sloppin undan at gjalda fyri føroysku public service tænastuna, sum Kringvarpið er. Tað hevur annars verið frammi fleiri ferðir í seinastuni í samband við aktuella málið, sum endaði við, at Kringvarpsstjórin varð sagdur úr starvi.
Tí starvsfólkini í Útvarpi Føroya rindaðu ikki lurtaragjald, sum tað æt tá, til ein søga í Sjónvarpi Føroya broytti tað. Tað var ein journalistur, sum hevði starvast í Útvarpinum, men var farin í Sjónvarpið at arbeiða, sum gjørdi eina søgu um hetta, nøkur ár áðrenn stovnarnir vórðu lagdir saman í ein.
Um tað var í stríði við tágaldandi reglur og lógir, at útvarpsfólkini sluppu undan gjaldinum, er óvist, men í øllum førum bleiv hetta broytt, so starvsfólkini í Útvarpinum eins og øll onnur fóru at rinda lurtaragjald, eftir at tað hevði verið alment frammi, at tey ikki gjørdu tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo