Meginfelag Útróðrarmanna vil hervið heita á fiskimálaráðharran, um ikki at broyta kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar. Skulu útróðrarbátar kappast við trolarar á innaru leiðunum, so verður skjótt eingin útróður longur.
Meginfelag Útróðrarmanna undrast yvir, hvussu tað hongur saman við umsitingarætlanini, at trolarar fáa fleiri rættindir á innaru leiðunum.
Meginfelagið vil eisini minna á, at bólkarnir 4 og 5 vórðu ”gloymdir”, tá ið makrelurin varð útlutaður.
Eingin hjálparpakki var til útróðrarflotan, tá ið fiskaprísirnir fóru í botn vegna koronu.
Skal lína/snella nú kappast við troling á innaru leiðum eisini, verður steinur lagdur oman á byrðu.
Víst verður eisini til hoyringsskriv frá Fiskivinnuráðnum og onnur hoyringsskriv, sum ikki taka undir við kunngerðini.
Meginfelag Útróðrarmanna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo