Nógv fyri at síggja Magnus Rasmussen greiða frá í sjónvarpi hvussu teir býttu eldraøkið millum sín.
Uttan at virða gjørdar avtalur og sáttmálar, sum borgarar í Skála kommunu vórðu villeidd at fara til val uppá.
Vit høvdu havt eldrasambýli í mong ár tá Runavík við Magnus Rasmussen ólógliga tók hesa tænastuna frá okkum og flutti hana til grannakommunur. Og á tann hátt tilonkisgjørdi 460 borgarar sum mótmæltu.
Hetta var sáttmálabundin tænasta.
Soleiðis verða minnilutar viðfarnir!
Hetta kann eisini vera til kunning fyri aðrar borgarar í landinum sum hugsa um kommunusamanlegging.
Jørgin Bech
fyrrverandi Borgarstjóri á Skála
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo