Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning SS-009/2023 eftir § 53 í Tingskipanini frá Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um undirsjóvarbreyt (metro) til útoyggjarnar

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna møguleikarnar at loysa samferðsluna til útoyggjarnar við eini undirsjóvarbreyt (metro)? Í fyrsta umfari kundi farvegurin til Nólsoynna verið ein byrjan?

2. Hvat kosta undirsjóvarbreytir (metroir) og viðlíkahald og rakstur av teimum í mun til aðrar samferðslumøguleikar?

Svar:
Spurningarnir verða svaraðir undir einum.

Verandi støða
Føroyar hava eitt væl útbygt undirstøðukervi, sum støðugt verður útbygt og betrað, og
ferðasambandið er gott.

Tað almenna hevur í meira enn eina øld arbeitt við at knýta landið saman við góðum samferðslukervi og ferðasambandi. Á landi við vegum, tunlum, havnum og við góðum busssambandi. Millum oyggjar við ferjusambandi, undirsjóvartunlum, byrgingum, brúm, umframt tyrlusambandi millum oyggjarnar.

Nú Sandoyartunnilin er latin upp fyri ferðslu, hava 91% av Føroya fólki fast vegasamband.

Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at vit kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum.

Møguleikarnir á útoyggjum skulu mennast. Góð samferðsla er ein týðandi partur av hesum.

Suðuroyartunnilin verður í løtuni fyrireikaður, og tá hann er gjørdur, verða 99% av Føroya fólki knýtt saman í einum vegakervi.

Eisini er farið undir at endurnýggja strandferðsluflotan. Strandferðslan hevur júst gjørt sáttmála við skipasmiðju um at prosjektera Kalsoyarferjuna, og at prosjektera SvínoyFugloyarferjuna.

Eftir ætlan verður farið undir at byggja Kalsoyarferjuna í 2025. Síðan verður ein ferja bygd til Svínoyar- og Fugloyarleiðina. Triðja ferjan verður helst Nólsoyarferjan.

Ferðaætlanin á Oyggjaleiðunum verður dagførd, og fleiri túrar verða eftir ætlan sigldir á Hestleiðini og á Nólsoyarleiðini.

Sum støðan er, er eingin ætlan at gera undirsjóvarbreytir til útoyggjar.

Metro
Eitt føroyskt ráðgevarafelag hevur arbeitt við tveimum uppskotum ella hugskotum um undirsjóvarbreyt til Nólsoyar, har farleiðin er frá Bursatanga í Havn til Nólsoyar.

Í tí eina uppskotinum verður koyrt beinleiðis inn í tunnilin, eins og við verandi tunlum. Í hinum uppskotinum verða fólk og bilar flutt niður í tunnilin við trappum og lyftum báðumegin tunnilin.

Eingin kostnaðarmeting er gjørd av hesi ætlan, men í frágreiðingini “Forkanningar av einari nýggjari suðuroyarleið” hjá Landsverki frá 2021, var ein toktunnil ein av loysnunum, ið varð kostnaðarmett. Av tí, at Landsverk ikki hevur royndir við undirsjóvarbreytum í Føroyum, so var neyðugt at fáa royndarprísir frá okkara grannalondum.

Niðurstøðan um ein Suðuroyartunnil var, at ein toktunnil hevði verið tað skilabesta valið umhvørvisliga, men ikki búskaparliga. Orsøkin er, at umframt at gera tunnilin, so skulu íløgur eisini gerast í jarnbreytir, tok, jarnbreytarstøðir og annað.

Um tunnilin til Nólsoyar er 5,4 kilometrar, verður jarnbreytin mett at kosta 108 mió. kr.

Tokið, jarnbreytarstøðir, el-innleggingar og ymiskt, verður mett at kosta 152 mió. kr.

Samanlagt hevði kostnaðurin fyri tokútbúnaðin verið eini 260 mió. kr.

Tunnilin sjálvur til Nólsoyar verður mettur at kosta eini 891 mió. kr. í 2023 prísum uttan váðaískoyti. Eindarprísurin er 165 tús. kr./m. Sostatt kostar ein undirsjóvarbreyt til Nólsoyar umleið 1,2 milliardir kr. (rundað tal).

Rakstrarkostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin var mettur til 30 mió. kr. um árið.

Nólsoyarfarleiðin er nógv styttri, og hevði rakstrarkostnaðurin verið væl lægri.

Møguliga kann ein jarnbreytartunnil gerast bíligari enn aðrir undirsjóvartunlar, tí tvørmátið kann óivað verða nakað minni, um tunnilin bert er ætlaður til tok. Tað kann verða kannað nærri, og eisini hvør tekniska menningin er innan tunnilsgerð.

Til samanberingar kosta Oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni á leið 43 mió. kr. árliga í rakstri til Svínoy- Fugloyarleiðina, Kalsoyarleiðina, Mykinesleiðina, Nólsoyarleiðina, Hestleiðina og Skúvoyarleiðina.

Rakstrarútreiðslurnar á Nólsoyarleiðini eru eini 15,4 mió. kr. árliga.

Samanumtikið er ætlanin ikki at byggja jarnbreytir ella undirsjóvarbreytir til smærru útoyggjarnar, til dømis Nólsoynna, men í staðin er ætlanin at gera sjóvegis sambandið enn betri við nýggjum ferjum og við betri ferðaætlanum. Vit hava tó drúgvar og góðar royndir við tunnilsgerð. Tí er kortini vert at fylgja við, hvussu tekniska menningin verður innan gerð av undirsjóvarbreytum.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 05. januar 2024
Dennis Holm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo