Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hevur kjak aftur verið um bíðitíðina á barna- og ungdómspsykiatriska deplinum.

Boðskapurin frá fleiri pørtum tykist vera, at játtanin til útgreining skal økjast, og at psykiatriski trupulleikarnir onkursvegna verða loystir á tann hátt. Fyri nógv er tað ein stór hjálp at fáa staðfest, hvat ein sjálvur ella ein avvarðandi stríðist við, og hetta kann útgreining vera ein hjálp til.

Vit mugu tó ikki halda, at útgreining í sjálvum sær fer at viðgera psykiatriska trupulleikan hjá tí einstaka; heldur er tað ein liður í at finna útav, hvør hjálp skal veitast, eftir at útgreiningin er gjørd. Tí er økt fígging til útgreining bert ein partur av loysnini.

Ein annar partur av loysnini er at uppraðfesta sálarfrøðiliga viðgerðarpartin á psykiatriska deplinum, bæði á barna- og ungdómspsykiatriska deplinum og í vaksinpsykiatriska deplinum, soleiðis at tey, ið fáa staðfest eina diagnosu, verða loftað, tá útgreiningin er gjørd.

Sum nú er, hava barna- og ungdómspsykiatriski depilin og vaksinpsykiatriski depilin bert fá skipað sálarfrøðilig viðgerðartilboð.

Hetta er m.a. viðvirkandi til, at nógv fólk við psykiatriskum viðgerðartørvi verða ávíst til og leita sær viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingum, serliga eftir at viðgerðartilboðið fyri fólk í aldrinum 15-35 ár við tunglyndi og/ella angist er sett í verk.

Ein psykiatriskur viðgerðartørvur er ofta kompleksur, krevur tvørfakligt samstarv og í summum førum samstarv í millum fleiri geirar. Í teimum førum er besta tilboðið ikki hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, tí viðgerðin tá verður ov sundurpettað.

Ikki allar avbjóðingar eru psykiatriskar avbjóðingar
Ein annar umráðandi partur av hesum kjaki er, hvussu skipanirnar eru samansettar í Føroyum, tá tað snýr seg um sálarligar trupulleikar. Tað átti ikki at verið neyðugt hjá børnum og ungum (ei heldur vaksnum) at hava eina diagnosu fyri at fáa hjálp.

Eitt barn í føroyska vælferðarsamfelagnum eigur at fáa hjálp, um tað mistrívist heima, á dagstovni, í skúla ella aðrastaðni – uttan mun til heitið á trupulleikanum. Tá ein diagnosa verður sett, er tað barnið, sum ber hana.

Vit eiga eisini – og kanska í nógv størri mun enn vit longu gera – at vera áhugað í umhvørvinum hjá barninum og m.a. hyggja eftir, hvørjar karmar skúlar og stovnar hava at møta børnum og ungum við ymiskum fortreytum og avbjóðingum, og hvørjar skipanir t.d. familjur í kreppu kunnu heita á.

Okkara staðiliga áheitan er, at vit ikki bara tosa um at avtaka bíðitíðina til útgreining, men at vit eisini fyrihalda okkum til, hvussu vit

1) veita bestu viðgerðina fyri fólk við psykiatriskum trupulleikum, tá diagnosan er staðfest og hvussu vit

2) veita besta tilboðið til tey, ið hava aðrar sálarligar trupulleikar enn psykiatriskt staðfestar.

Vit meta, at eitt umráðandi stig á leiðini er at uppraðfesta sálarfrøðiligu viðgerðartilboðni á psykiatriska deplinum, soleiðis at fólk við psykiatriskum viðgerðartørvi fáa røttu viðgerð á rætta stað.

Harafturat meta vit tað vera av størsta týdningi, at umstøðurnar og karmarnir hjá teimum vaksnu rundan um okkara børn á stovnum og skúlum verða uppraðfestar, soleiðis at tey hava ein enn betri møguleika fyri at hjálpa teimum børnum og ungum, sum tey síggja stríðast í tí dagliga.

Føroyskir Sálarfrøðingar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo