Flogbóltssambandið: ÍF var við í einari steypafinalu hetta vikuskifti, og hana vunnu teir. Hitt liðið í finaluni var Ternan.
Ternan byrjaði væl í 1. settið og tað leikaði javnt á alt settið, sum tó bleiv avgjørt við 26-24 til ÍF.
Í 2. settið lat ÍF tó ongan iva vera um, at teir vóru betra liðið og vildu hava steyp við aftur til Fuglafjarðar. Settið endaði 25-15.
Dagsins leikari hjá ÍF varð Vuk Ilic og dagsins leikari hjá Ternuni varð Kristoffur Gaardlykke.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo