FSF: Av serligum umstøðum, var dysturin í Betrideildini hjá monnum, millum ÍF og B68, sum varð spældur í Fløtugerði í Fuglafirði leygardagin, floytaður av ein góðan minutt, áðrenn vanliga leiktíðin var farin.
Ein áskoðari fall í óvit, og dómarin valdi at blása dystin av.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur nú viðgjørt málið, og avgerð er tikin um, at dysturin skal takast upp aftur, so síðsti minutturin og yvirtiðin skulu spælast.
Tá dysturin bleiv avblástur var støðan 3-1 til B68.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo