Ísraelska verjan (IDF) sigur í kvøld at 11 ísraelskir gíslar eru leyslatnir av Hamas og latnir Reyða Krossi. Sagt verður eisini at gíslarnir eru fluttir til Ísraels.
Sky News skrivar at talan er um níggju børn og tvær mammur.
Talspersónur fyri uttanríkismálaráðið í Katar sigur fyri Reuters at tríggir franskir, tveir týskir og seks argentinskir ríkisborgarar eru millum ísraelsku gíslarnar leyslatnir av Hamas, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo