Normalir føroyingar kunnu aftur sova trygt um náttina. GOP 26 í Glasgow er endað úrslitaleyst, tí stórir ‘CO2-grísar’ sum Kina, India og Brasil sýttu at skriva undir sín egna (og okkara) deyðadóm við at bannlýsa kolvetni.
Takk skulu teir hava, at teir hava longt lívið hjá okkara kapitalistisku og demokratisku samfelagskipan við verandi og vaksandi vælferð.
40.000 altjóða luttakarar við 400 privatflogførum (sum í Battle of Britain) og 100-tals (SUV limosinum við 6-8 sylindarum og 300 HK undir hjálmunum. Gistingarhús of fundarhøli goystu líka nógv CO2 út í luftina hesar 2 vikurnar, sum allir føroyingar brúka í mánaðir.
Bilafylgið hjá sosialistisku svøvnhýtini Biden taldi 40 akfør (12.000 HK íalt)!
Bidensa ‘klima-tsarur’, ketchup-milliarderurin John Kerry (av giftuni við frú Heintz) fleyg millum hotellið og ráðstevnuna í tyrlu.
Ein ímyndar sær teir ‘fínu’ og ‘vísindaligu’ luttakararnar á COP 26, ið svara til okkara religiøsu dómadagsheidningar, t.d. Bogi Hansen, Ingilín Strøm, Kári Thomsen og ditto Mortensen, Elsa Berg, Hervør Pálsdóttir) x 8000 í Glasgow, øll sum ein ekstatisk upsatorva á Kalsoyargalvi.
CO2-ballið endaði við einum slg av ‘barnakrossferð’ við Thunberg klima-prestinnu á odda. Morgunin eftir minti nakrar gøtur í Glasgow um tsunami-rakta Fukushima, Chernobil, Havnin ólavsøkumorgun kl. 4, ella Jerusalems oyðing.
Falskir profetar
Hvørji eru so hesir klimafasistar, ið vilja ráða øllum?
Jú, tey eru politikarar, granskarar, vísindafólk, miðlafólk og byrokratar, Masters, Ph.D og akademikarar í millióna tali, sum renna svøk runt fyri at kradda sær lut í billiónunum, sum heimsins orkuframleiðsla, serliga kolvetni, kol, olja og gass, umseta í virði við útvinning, framleiðslu, ymsari gagnnýtslu og buturbeining eftir brúk.
Nevndu spekulantar í orku minna um gandakallar, búktalarar, heksadoktarar, slanguoljuseljarar, innvølstulkar, kvakksalvarar, alkymistar, dómadags- o.a. falskar profetar, altso fuppmakarar, ið fyrr villleiddu fávitskut og bláoygd fólk.
Øll hagtøl, kurvur og grafar, ið okkara klimaterroristar koma við, eru falsaðir.
Tað er vinnulívið í framkomnum londum, ið eigur heiðurin fyri allan tann risa framburð, sum mannaættini hevur verið fyri, síðan vit fóru at grava og brenna kol fyri 250 og pumpa og brenna olju fyri 160 árum síðan.
Hvørji avrik hava so tey klima-villu so at vísa á, sig farnu 50 árini?
Tey hava einki framstig uppdagað, uppfunnið ella sett í verk, ‘grønt’, ‘varandi’ ella ‘burðardygt’, sum ikki hevur loyst seg uttan milliardir hvørt ár síðan 1970 í skattfíggjaðum stuðuli. Vit hava verið pynt á køkuni.
Men handans arbeiðarar, verkfrøðingar, uppfinnarum, handverkarar, bøndur, fiskimenn, vinnulívsfólk o.o. serkøn fólk skapa framburð í verki hvønn dag fyri seg og síni. Hygg bara at framstiginum við hita úr vatni í Kvívík. Veldugt
Hin vegin er lætt at finna fram til ørgrynnu av ørligum pástandum, sum einki hald vístu seg at hava í veruleikanum, tá samanum kom.
Kristnin er skift út við eina nýggja religión, har tær alment stuðlaðu, flaksandi hvítu vindmylnurnar hava í luftini erstattað einglar við veingjum, og har svart kol, olja og gass í jørðini hava erstattað myrkursins Fjanda.
Ræðandi slóð av dømum
Nevni her 27 dømi av fleiri um, hvussu syndarliga illa hesir sjálvshávirdu akademikarar, aka. følsku profetar, higartil hava spátt heimsins undirgang.
1. Í 1960 spáddi Rachel Carson í ‘Silent Spring’, at alt jarðarlív verður oytt.
2. Í1966 varð spátt, at øll olju fór at vera uppi 10 ár seinni, í 1976.
3. Í 1967 segðist, at hungur fór at beina fyri 100-tals mió fólk fyri 1975.
3. Í 1970-1975 varð júkað, at ein nýggj ístíð týna mió mannalív fyri ár 2000.
4. Í 1970 skuldi alt feskt vatn í USA verða skamtað í 1980 og matur í 1980.
5. Í 1970 varð spátt, at allir býarbúgvar í USA máttu brúka gassmasku í 1985.
6. Í 1970 fór dálking at týna alt lív í sjónum.
7. Í 1970 fór nitrogen at gera alt dyrkilendi ónýtiligt til at velta mat.
8. Í 1971 samdust klimafasistar um, at øll norðurhálvan varð yvirísað í 2020.
9. Í 1972 fór ‘svartideyði’ at gera vistfrøðiliga vanlukku í Bretlandi fyri 2000 .
10. Í 1972 fór einki gull, tin, olja, gass, kopar og alumin at vera eftir í 2000.
11. Í 1972 fór øll jørðin at vera tóm fyri olju 10 ár seinni, í 1982.
12. Í 1974 fór ozonlagið at hvørva og øll menniskju sólbrend til avlívs um 10 ár.
13. Í 1976 helt ístíðin fram, og matvørur fóru at tróta um allan heimin.
14. Í 1977 boðaði USA frá, at oljuframleiðslan fór at toppa í 1996 og ov dýr til at keypa. (Sami spádómur aftur í 1996 og 2002. Nú eftir ‘fracking’ og skifurolju goymir jørðin olju og gass til alla nýtslu 200 ár fram).
15. Í 1980 varð spátt, at ‘súrt regn’ fór at drepa alt lív í vøtnum og áum.
16. Í 1988 skuldu Maldivoyggjar undir sjógv í 2018. (Tær eru skróturrar enn).
17. Í 1989 søgdu tey vísu, at øll láglendi út móti havi fóru at liggja undir vatni.
18. Í 1989 varð spátt, at ‘lægra’ Manhattan fór undir kav í 2018. (Eisini tvætl).
19. Í 1989 boðar ST frá, at fleiri lond fóru at verða ‘horvin’ av globalari upphiting 20 ár seinni.
20. Í 2000 varð spátt, at 10 ár seinni fóru børn ikki at vita, hvat kavi er.
21. Í 2002 segðist, at mannaættin verður týnd, um vit ikki gevast at eta fisk, kjøt og mjólkarúrdráttir.
22. Í 2004 fór Bretland at vera líkt Sibiria í 2024 (So skulu bretar skunda sær..)
23. Í 2005 varð spátt, at 50 mió flóttafólk verða í 2020.
24. Í 2006 verður ávarað ímóti ódnum (eingin yvir styrki 4 hevur verið enn!)
25. Í 2008 fór Norðurpólsísurin aftur at verða bráðnaður í 2018.
26. Í 2008 bjóðar flogvitið Al Gore hægri: Norðpólsísurin verður burtur í 2013.
27. Í 2008 spáar Charles prinsur, at vit hava bert 8 ár til at bjarga heiminum.
So einaferð enn, tit Masters, Ph.Ds-arar, professarar, búktalarar og følsku dómadagsspámenn.
Nú spáa nógv, at Tenerife kann koppa niður av landgrunninum, so tsunamin floymir yvir alt eystara Suðuramerika og skolar ST-bygningin í New York í havið. Tá verður kanska friður eina tíð fyri klimaterroristum.
Teirra religiøsa fanatisma ímóti kolvetni er annars størsta hóttan móti vælferð manna.
Kortini verður tykkum ynskt gleðiliga ‘global warming’ til næsta COP 26 ella... 35.
Kolvetni leingi livi..., til tit boyggja tykkum fyri fittum og smáum, reinum og bíligum, tryggum og kraftmiklum kjarnorkuverkum til el- og ídnaðarframleiðslu.
Her er leinkja við fleiri keldum
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo