Icona Pop mann nokk teljast millum best umtóktu popp-duo’unum, takkað verið heimshittinum “I Love It”, sum hevur verið spælt fleiri enn 350 millionir ferðir á netinum.
Svenska elektro-popp duo’in er myndað av Caroline Hjelt og Aino Jawo, sum báðar er úr Stockholm, men hava seinnu árini búð í Los Angeles og New York.
Tað var í 2012, at tær fingu tað heilt stóra altjóða gjøgnumbrotið við sanginum “I Love It”, sum lág í toppinum á nógvum hittlistum kring heimin. Sangurin varð millum annað eisini brúktur í telduspælinum Need for Speed, í eini sjónvarpslýsing fyri Coca Cola og fyri Samsung Galaxy umframt í fleiri sjónvarpsrøðum í Amerika.
Tær hava luttikið og framført í fleiri stórum sjónvarpssendingum sum t.d. Late Night við Jimmy Fallon, The Today Show, Good Morning America, Late Show við David Letterman og America’s Got Talent. Í 2016 framførdu tær í sambandi við handanina av Nobel friðarslønini.
Svensku genturnar hava gjørt fleiri stór altjóða hitt sum t.d. "Ready for the Weekend”, "Girlfriend”, "All Night”, "Emergency”, “Girls Girls” og “Let You Down”. Tær hava eisini verið á útseldum konsertferðum saman við Miley Cyrus, Katy Perry og One Direction og hava spælt á óteljandi festivalum og konsertum. Í fjør vórðu tær eitt av stóru nøvnunum á Roskilde Festivalinum.
So ikki kann sigast annað enn at Icona Pop mann nokk vera ein tann kendasta popp-duo’in, sum hevur vitjað í Føroyum. Og saman við nøvnum sum Carpark North, Burhan G, Burak Yeter, Smokie, Jacob Dinesen, Danny & The Veetos og Signar í Homrum, verður hetta tann størsta og nokk besta skráin, sum Tórsfest nakrantíð hevur havt. Og enn eru nøvn eftir at kunngera - bæði føroyskt og útlendsk.
Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.
Forsølan til Okkara Tórsfest 2018 hevur gingið sera væl og síðstu tíðina er so nógv selt, at tað nú er byrjað at ganga undan við atgongumerkjum.
Atgongumerki til Okkara Tórsfest 2018 fáast í Fast-handlunum kring landið, Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo