Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Kim Durhuus, løgtingsmaður
Svarari:  Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni:  Asfaltsgoymslan í Hósvík

Spurningar:   
1. Er tað rætt, at asfaltsgoymslan í Hósvík ikki lýkur øll neyðug lógarkrøv um umhvørvisgóðkenning? 

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at kanna eftir, um tað er annað virksemi hjá Landsverki kring landið, sum ikki livir upp til lógarkrøvini í umhvørvislógini?

3. Um so er, at annað virksemi hjá Landsverki ikki lýkur krøvini í umhvørvislógini, hvussu langa tíð hevur Landsverk til at rætta hesi viðurskifti?

Viðmerkingar:
Hesin fyrispurningur er serliga settur í sambandi við asfaltsgoymsluna hjá Landsverki í Hósvík.

Asfaltsgoymslan í Hósvík bleiv tikin í nýtslu miðskeiðis í 1970-unum. 

Alt asfaltið og onnur kemisk evni, sum verða nýtt í samband við asfaltering um alt Føroya land, verða goymd á goymsluni í Hósvík. 

Íbúgvar í Hósvík hava stórar trupulleikar av lukti, serliga tá skip koma við ymiskum evnum til framleiðsluna.

Eini 50 fólk hava sítt dagliga yrki í nærumhvørvinum á bryggjuni. Ferðslan er nakrar fáar metrar frá, og Hósvíkar bygd er nakrar hundrað metrar frá goymsluni.

Tá hugsað verður um øll hesi omanfyrinevndu viðurskifti, er tað sera undranarvert, at asfaltsgoymslan hjá Landsverki, sum skilst, ikki heldur lógarkrøvini um umhvørvisgóðkenning.

Tí hesir spurningar til landsstýrismannin.

Á Løgtingi, 2. september 2024
Kim Durhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo