Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

- Skal ein bygningur fáa svanamerkið, skal hann lúka eina røð av strongum krøvum, sum snúgva seg um alt frá góðkendum tilfari, góðskutryggjaðum inniklima og grønum orkukeldum. Í stuttum snýr tað seg um at byggja við virðing fyri tilfeinginum. Alt hetta liva vit upp til, og tí hava nýggju íbúðarbygningarnir fingið svanamerkið, sigur Gordon Rajani, stjóri í MARK, ið hevur latið sermerktu bygningarnar á Oyggjarvegnum í Havn byggja.

Á Oyggjarvegnum, við góðum útsýni yvir Havnina, eru tveir stórir bygningar reistir eftir stuttari tíð.

Talan er um eina byggiverkætlan hjá felagnum MARK, ið skal hýsa tilsamans 48 íbúðum.

Áhugin fyri at fáa eina íbúð á Oyggjarvegnum er stórur, og tey, ið fáa eina íbúð, fáa ikki bara tak yvir høvdið. Tey kunnu hartil vera vís í, at nýggja heimið lýkur strangastu umhvørviskrøv.

- Svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg. Høvuðsendamálið er at tryggja, at umhvørvi og tilfeingi verða troytt sum minst, greiðir Gordon Rajani, stjóri í MARK frá.

Fyri at fáa svanamerkið skalt tú lúka strong krøvini, bæði tá ið umræður rávøru, framleiðslu, burturbeining og endurnýtslumøguleikar. Hartil verða strong krøv sett til lidna bygningin, bæði hvat ið viðvíkur dagslýsi, ventilatión og hvussu bygningurin er tryggjaður móti fukti.

Umhvørvisvinarlig bygging
- Vit hava allatíðina skulað prógvað og skjalfest tilfarið, ið er nýtt. Bæði byggitilfarið, men eisini spartl, máling, lím, lakk og oljur. Tað sama er galdandi fyri rør, el-leiðingar, gólv og veggir, vindeygu, ventilatión og møblar í køki og baðirúmi. Stutt sagt skal alt tilfar - niður í minstu skrúvu - lúka norðurlendsku umhvørviskrøvini, sigur Gordon Rajani.

Hetta gagnar umhvørvinum, men eisini handverkarunum, sum skulu gera bygningarnar - og ikki minst teimum, sum frameftir skulu búgva har. 

Stjórin í MARK greiðir frá, at felagið "Miljømærking Danmark", sum hevur ábyrgdina av Svanamerkinum, hevur verið á eftirlitsvitjan, fyri at tryggja, at øll krøv verða fylgd.

- Vit vita, at byggivinnan stendur fyri einum stórum parti av samlaða co2 útlátinum. Tí er tað avgerandi, at eisini byggivinnan fer at hugsa øðrvísi fyri at verja umhvørvið, vísir Gordon Rajani á.

Tá ið MARK skuldi fara undir íbúðarbygningarnar á Oyggjarvegnum kannaðu teir møguleikarnar fyri at finna bestu og umhvørvisvinarligastu loysnina. Teir gjørdu av at byggja í samstarvi við danska felagið Scandi Byg.

- Í Scandi Byg hava tey sergrein í umhvørvisvinarligari bygging. Modulini eru framleidd á verksmiðjuni í Løgstør og síðani flutt til Føroya við Smyril Line. Scandi-byg fylgir sera strongum tilgongdum, sum tryggja skjóta leveringstíð og minni tilfars- og orkunýtslu til framleiðsluna.

- Samstarvið við Tórshavnar kommunu hevur verið sera gott og kommunan hevur arbeitt miðvíst við loysnum fyri at fáa hesa verkætlan til at bera til, soleiðis at fleiri íbúðir verða tøkar í Tórshavnar kommunu, sigur Gordon Rajani.

Á Oyggjarvegnum eru modulini síðani reist og samlað, somuleiðis eftir strongum reglum og krøvum fyri at Svanamerkið kann verða latið.

Bygningarnir, sum nú eru reistir, fara at hava tilsamans 48 svanamerktar íbúðir, sum verða úr umleið 62 fermetrum upp í umleið 124 fermetrum til støddar. Gongst sum ætlað kunnu fyrstu leigararnir flyta inn 1. februar 2023.

Til ber at søkja um íbúð á Oyggjarvegnum á heimasíðuni www.mark.fo

Fakta um Svanamerkta bygging:
- Lága orkunýtslu, gott inniklima og fokus á burðardygd. Frá tilfari - til bygging - til endurnýtslu av tilfarinum langt frammi í tíðini.
- Alt tilfarið, sum er nýtt, lýkur høg krøv um umhvørvis- og heilsuskaðilig evni
- Allur viður er merktur við svanamerkinum, tí hann er úr burðardyggum skógum og er lógliga feldur.
- Uttanveltað kanning av byggitilgongdini og lidna bygninginum tryggjar, at øll krøv og allar mannagongdir eru fylgd.  
- Í einum heimi, har burðardygd er eitt modernað heiti, kann svanamerkið tryggja, at tað veruliga er satt, tí krøvini eru so strong.
- Felagið Scandi Byg í Danmark hevur sergrein í burðardyggari bygging. Tey halda øll krøv, sum Miljømærking Danmark setur, og fáa javnan eftirlitsvitjan fyri at kunna fáa viðurkenda svanamerkið á vørurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo