BirkBlogg: - Hvussu týðandi sosiala samveran er, hava vit sæð undir korona kreppuni. Avvarðandi hjá teim gomlu greiða frá, hvussu heilsustøðan, ikki minst tann sálarliga og mentala, er versnað munandi upp á fáar vikur við sosialari frástøðu.
- Gud viti, kunnu vit so spyrja, hvussu støðan er hjá børnum og ungum, sum longu langt áðrenn tey meistra tað trupla og krevjandi sosiala kynstrið, spæla sær av við tað sindrið, tey hava lært, tí tey flýggja inn í talgilda einsemið, sigur Gitte Klein, sálarfrøðingur, sum í gjárkvøldið innleidd franska filmin ”Forført”, sum Filmsfelagið vísti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo