Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hvussu ber tað til at eitt fólk djúpt inni í skógini á skandinavisku hálvoynni tosar eitt mál sum líkist føroyskum og íslendskum?

Elvdalsk er ikki bara eitt málføri (dialekt) men eitt egið mál. Tað hevur ð og somu bendingarsnið sum føroyskt og íslendskt.

Talan er um eitt mál, sum bara umleið 2500 fólk tosa. Tey duga eisini svenskt, men sviar skilja ikki elvdalsk, skrivar miðilin abc nyheter.

Bøkur verða givnar út á málinum, sum kortini stríðist við at blíva viðurkent av svenskum myndugleikum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo