![Mynd 1 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/5/b/csm_Mynd_1_01_0179720e3a.jpg)
Frá vinstru Reidar Nónfjall, floksskrivari og samskipari, Bjarni Reynagarð Joensen, starvsnæmingur og Linnéa L. Petersen, samskifti og miðling

Sambandsflokkurin: Tað er týdningarmikið og sunt, at ungfólk fáa høvið at royna seg á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa innlit og eina fatan av, hvussu eitt arbeiðspláss virkar - í hesum føri eitt vitanartungt arbeiðspláss í politisku skipanini.
Spennandi og áhugaverd arbeiðspláss
Bjarni hevur verið í starvsvenjing á Løgtingsskrivstovuni og Løgmanskrivstovuni, og síðan ein fyrrapart á floksskrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki.
Hann heldur, at tað hevur verið áhugavert at hoyra um, hvussu samfelagið í høvuðsheitum er skipað og hvussu politiska skipanin við ymsu politisku flokkunum leiða og stýra samfelagnum - hetta umvegis lóggávu, reglur og umsiting innan tey ymsu málsøkini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo