BirkBloggur: Fyri minni enn hálvtómum sali sá eg í kvøld ótolandi orðastreymin hjá Tarantino í nýggja kovboyfilminum The Hateful Eight.
Orð og aftur orð, og innilæstar uppsetingar, meðan tað kavar uttanfyri. Orð og aftur orð.
Ein søga so tunn, at tú ynskir at Tarantino fór at gera orðaleysar filmar, tí myndirnar og fokuseringarnar eru so endaleyst vakrar, at orðini bara órógva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo