Dame Olivia Newton John doyði 8. august í fjør. Men nú meira enn hálvt ár seinni hevur jarðarferðin enn ikki verið. Orsøkin er fyrst og fremst, at Australia, hagani sangarinnan og sjónleikarin kom, ætlar at geva henni eina stóra, almenna statsjarðarferð, og tað hevur ikki borið til at fáa allar træðrirnar til eina slíka samlaðar fyrr enn nú.
Olivia Newton John stríddist við bróskrabba seinastu árini av lívinum, og hon gjørdi eitt stórt arbeiði til tess at útvega pening til gransking innan bróskrabba og til at hjálpa teimum sum vórðu rakt av sjúkuni eins og hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo