Næst eftir floghavnina í Vágum man tann í Keypmannahavn vera mest brúkta floghavnin hjá føroyingum. Og um tú hevur verið har nýliga, so hevur tú kanska varnast, at har er nógv at gera.
Nú skrivar dr.dk (Danmarks Radio), at floghavnin í morgin fer at seta met, tí tá fara fleiri enn 113.000 fólk ígjøgnum.
Gamla metið er frá 2019, tá 109.000 fólk fóru ígjøgnum ein dag.
Tað sum eisini er áhugavert er, at sjálvt um ferðafólkatalið er vaksið, so er talið á flogførum sum koma og fara minkað. Í veruleikanum eru 9% færri flogfør enn í 2019, verður upplýst fyri dk.dk. Ein orsøkin er, at flogførini eru størri, ein onnur, at kapasiteturin verður betri brúktur nú enn tá.
Fýra flogfør flúgva ímillum Vágar og Kastrup í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo