Sigldu við Norrønu fram við Hetlandsoyggjunum í fagrasta veðri ávegis til Danmarkar. Í hugtakandi kvirru ótu vit morgunmat. Tað rørdist ikki ein ond á sjónum, so tað var lagaligt at njóta matin, útsýnið og hvør annan. Vit sótu í egnum tonkum, livdu og hildu frí.
Fyri tveimum døgum síðan komu vit aftur av fakligari ferð í Gotlandi. Norðurlendsku biskuparnir fundaðust í eina viku um álvarsom evni – alt frá trúarinnar innihaldið til støðuna í heimssamfelagnum.
Vónríkt er tað at bera gleðiboðskapin um Jesus inn í okkara samtíð, nú heimurin er merktur av ótta, atsóknum og ófriði. Miðaldarsøgan hjá Gotlandi er ein onnur staðfesting av harðskapi og kríggi, har kristnar brøðratjóðir – Danmark og Svøríki – stríddust um landið og harradømið á oynni.
Óskiljandi er tað, at evangeliið um friðin í trúnni á Jesus verður nýtt í harðrendari framferð, har mannalív verða týnd. Tað tykist okkum lættari at skilja, at fólk við øðrum átrúnað nýta ógvusliga framferð í teirra verki og virki. Hinvegin er tað ivasamt, um munurin er so stórur, tá ið politikkur verður átrúnaður, ella átrúnaðurin fær eitt politiskt andlit.
Fyrilestrarnir í Gotlandi umrøddu ta ábyrgd, vit hava hvør av øðrum. Vit mega taka ábyrgd, tí heimurin er einans ein, hann er okkara. Vit mega í opinleika samskifta við heimsins fólkasløg og tað fjølbroytta átrúnaðarliga landslagið. Tað er ikki nóg mikið, at hvør hugsar um seg og sítt.
Fyrilestrarnir komu mær til hugs henda vakra morgunin hin 4. juli 2016. Vit bæði konan sótu við eitt vælbúgvið borð saman við øðrum ferðandi. Samtalan gekk væl, og vit nýttu mangan máliskuna “í mínari verð”. Síðan kom sannleikin um málsøkið uttan stórvegis viðgerð. Tað vóru at kalla einans niðurstøður.
Dirvi at tosa um torførar spurningar er kveikjandi, hóast málsviðgerðin ikki er nøktandi. At vita um trupulleikar og kenna avbjóðingar er ein týðandi liður í menningini fram til djúpari innlit og vísdóm.
Orðaskifti og samskifti eru lyklaorð í persónligari menning.
Máliskan “í mínari verð” kann sum málsligt fyribrigdi gerast ein óvani. Álvarsamari er tað, um sannleikin, heimurin og tilveran burtarav verða sædd og tulkað út frá mínari verð. Tað kann gerast ov snævurt, um útgansstøðið og niðurstøðan einans mala rundan um meg sjálvan.
Hin kristna trúgvin er kveikt av Jesusi úr Nazaret, ið sá jørðina sum ein pall hjá øllum tungumálum, ættarbólkum og tjóðum. Sjónarringurin var opin, og allur heimurin var íroknaður og fevndur.
Heildarfatanin gav hinum einstaka rásarúm, og samstundis var hann ein partur av tí samlaðu fjøldini.
Einki menniskja er sett uttan fyri Guðs umsorgan og kærleika, og tað fevnandi orðið er fyrsti persónur fleirtal: vit.
Soleiðis sæð verður mín verð okkara verð, mín heimur okkara heimur. Tað var júst hetta, ið vit sum kristin vórðu mint á í Gotlandi, tá ið torfør mál – t.d. spurningurin um flóttafólk og femmand – vórðu umrødd við atliti at einum ófriðarligum heimi, ið er í støðugari broyting. Framtíðin er ókend, men eisini tann ókenda framtíðin er í kristnari fatan okkara.
Hin kristna trúgvin er persónlig. Vit taka sum einstaklingar støðu til Jesus. Vit kunnu ákalla heilaga navn hansara við bøn um fyrigeving og frelsu. Vit kunnu æra Guð við lovsangi, ella vit kunnu venda okkum burtur frá øllum tí, sum nemur Guð og tað, ið heilagt er.
Hóast trúgvin er persónlig, er hon væl størri enn mín verð ella mín fatan av heiminum. Júst í trúnni fáa vit kallið at fara út í heimin við gleðiboðunum um frelsu Guðs í fullgjørda verki Jesu Krists. Út í grannalagið og tað almenna samfelagið í nánd og fjarstøðu.
Tá ið farið verður til verka í kristnum og manngóðum verki, verður mín verð Guds verð og samstundis alra okkara. Guðs sjónarhorn lærir okkum at hugsa og síggja støðuna, ið heimurin er staddur í. Hin kristna trúgvin er altíð størri enn partapolitisk atlit og hugsan, ið mangan dvølur innan hugsjónarlig mørk og landamørk.
Við atliti at kristnari boðan og manngóðum verki er heimurin uttan landamørk. Hin kristni sær við sínum trúareygum neyð næstans á fjarløgdum støðum eins átrokandi sum neyðina í nærumhvørvinum. Uppreisn Jesu og sáttargerð hansara skapa vón og lív, uttan mun til hvørji vit eru, ella hvørja sannføring vit hava.
Kristus hevur boðið okkum at fara út til øll fólkasløg við gleðiboðunum. Allur heimurin er eitt virkisøki, sjálvt um vit sum einstaklingar einans røkka ein evarska lítlan part av Harrans akri.
Vit mega hava dirvi at fylgja Jesusi og hugsa breitt, vítt og fevnandi. Vit mega læra at viðgera og umrøða torfør mál á virðiligan hátt. Vit mega íklæðast Krist og taka tilveruna í álvara. Vit eru ætlað at vera hvør øðrum ljós á leiðini. Amen.
Orðið: Høvuðsprestabøn Jesu: “Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa.” (Jóhannes 17,15).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo