Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-118/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýrismann í almanna- og mentamálum, frá Árna Skaale, løgtingsmanni, um umlætting hjá fjølbrekaðum borgarum.

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1) Hvussu mong eru tey sum fáa umlættingartilboð frá almannaverkinum vegna fjølbrek.

2) Er ein ávísur leistur fyri umlættingini, tvs. hvussu nógv verður játta til hvønn.

3) Fáa tey, sum liva saman við fjølbrekaðum borgarum, tilboð um longri samanhangandi tíðarbil við umlætting, td. feriur o.l.

4) Verða longri periodur við umlætting trektar frá tí umlætting sum hesar familjur vanliga fáa. Kann tað td. henda at ein familja fær at vita, at um tey skulu hava 14 samanhangandi dagar við umlætting, so verður eingin umlætting næstu 3 mánaðarnir.

5) Er starvsfólka-støðan á umlættingarøkinum nøktandi.

Svar:
Til nr. 1

Í løtuni fáa í alt 14 borgarar við fjølbreki umlætting frá Almannaverkinum. Av hesum eru sjey vaksin og sjey børn.

Til nr. 2
Talið av umlættingardøgum er ymiskt, alt eftir um talan er um vaksin, sum enn búgva heima hjá foreldrum og standa á bíðilista til búpláss, ella um talan er um børn.

Atlit verður eisini tikið at netverkinum hjá umsøkjaranum. Eitt nú um tann, ið varðar av persóninum, er einsamallur um viðkomandi, og um onnur systkin eru, sum hava serligan tørv.

Fyri tey vaksnu er umlættingin í høvuðsheitum skipað soleiðis, at tey, sum standa á bíðilista til búpláss og hava stóran tørv á búplássi, fáa játtað umlætting umleið annaðhvørt vikuskifti.

Nøkur teirra fáa eisini umlætting mitt í viku. Vaksin sum ikki standa á bíðilista til búpláss fáa játtað umlætting eitt langt vikuskifti um mánaðin.

Tænastan til børn verður í høvuðsheitum skipað við tveimum døgum í umlætting mitt í viku, umframt eitt vikuskifti um mánaðin.

Eyka umlætting verður veitt bæði børnum og vaksnum, í tann mun tað letur seg gera. Er talan um sjúku hjá avvarðandi, verður umlætting altíð veitt.

Til nr. 3
Í summarfrítíðini verður tænastan umløgd, so at tað er møguligt at veita umlætting í fleiri samanhangandi dagar, har tey vaksnu fáa fleiri umlættingardagar enn børnini.

Annars verður umlætting veitt eftir ynskjum hjá avvarðandi í tann mun tað letur seg gera.

Til nr. 4
Reglulig umlætting er alt árið, tó ikki í juli og í august, tá hendan umlættingin verður niðurløgd og summarumlætting verður skipað til børn og vaksin - bæði tey við fjølbreki og onnur í umlættingarskipanini.

Er tað so, at ein familja antin til- ella frávelur umlætting í summarfrítíðini, ávirkar tað ikki regluligu umlættingina restina av árinum.

Til nr. 5
Starvsfólkastøðan á økinum er sum heild nøktandi. Av tí at talan er um fólk, ið eru illa fyri kropsliga og samskiftisliga, og lutfalsliga væl fyri kognitivt, eru tey tengd av at hava starvsfólk um seg, ið tey kenna væl.

Møguleikarnir at nýta avloysarar eru tí avmarkaðir, tá starvsfólk skulu í feriu, og tað ger, at eingin umlætting er ein part av juli mánað, tá avvarðandi annars ynskja nógva umlætting.

Tórshavn 22. juni 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo