Summar Festivalurin: Í kvøld verður konsertin, sum mong hava glett seg til í langa tíð. Svenski rockbólkurin Europe fer at spæla á Summar Festivalinum, og lagt er upp til ársins størstu konsert í Føroyum – ja, helst størstu konsert her á landi í fleiri ár.
Europe hevur gjørt ein av heimsins kendastu rocksangum yvirhøvur, "The Final Countdown", og teir hava eisini hittað við fleiri øðrum sangum. Seinnu árini hevur Europe spælt nógv, og teir hava verið í stórformi.
Konsertin við Europe verður á Vágsbø í kvøld klokkan 22. Frá klokkan 21 spælir Hanus G. Johansen á Vágsbø.
Í kvøld spæla eisini Hamradun, Brim, Anna Lovisa, Vágaverk, Kim Hansen, Laila & Malan og Ólavur á Váli Olsen, og kvøldið endar við konsert hjá Jens Marna í Tjaldinum.
Fyrireikararnir biðja fólk um at koma í góðari tíð í kvøld, tí roknað verður við nógvum fólki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo