Summarfestivalurin: Í kvøld bjóðar Summar Festivalurin bretskan rock, írskan fólkatónleik og góðan føroyskan tónleik
Konsertirnar byrja klokkan 17, tá ið barnakonsert verður við Bubu, Trølla Pæturi og Ommuni, Anua og Danny Baldursson. Síðani verður hildið fram við konsertum á trimum pallum til klokkan 04 í nátt.
Høvuðsnavnið í kvøld er bretski rockbólkurin Uriah Heep, sum spælir á Vágsbø klokkan 23. Hamradun og Frændur hava eisini framførslur á stóra palli.
Í Tjaldinum og á Torginum spæla Paul Watchorn, Lena Anderssen, Sakaris, Jens Marni Hansen, Eyðun Jacobsen, Hans Jacob Hjelm og Laila & Malan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo