Búnaðarstovan skipar fyri beinleiðis stroyming av Landsseyðasýningini sum byrjar klokkan 19 í kvøld.
Tiltakið er annars eisini alment, men neyðugt er við koronapassi ella negativari test, um komið verður á Búnaðarstovuna.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi bjóðar vælkomin
Felagssangur
Ari Johanneson vísir video av luttakandi seyðunum
Kaffisteðgur
Videoupptøkur av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki.
Jacob Vestergaard heldur røðu vegna sýnsmennirnar, kunngerð vinnararnar og handar virðislønirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo