Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í Hvalba verður Lítla Dímun kallað Oyggin.

Men hvat er ein oyggj?

Tað er eitt petti av jørð okkara, sum er umgirt av vatni, og sum er minni enn eitt meginland. Heimsins minsta meginland er Australia. Tann størsta oyggin er Grønland. Men hvussu stórt skal jarðarpettið vera, fyri at tað skal sleppa upp í oyggjatal?

Vit hava øll hoyrt um Rokkin, Rockall, sum er uttan fyri Suðuroyggjarnar. Í 1972 samtykti enska parlamentið eina lóg, sum segði, at oyggin Rokkurin var partur av Skotlandi. Nøkur ár herfyri spurdi eg tí matrikulstovuna: Um Rokkurin er ein oyggj, hvussu nógvar oyggjar eru so í Føroyum? Hetta hevði eingin spurt um, men teir fóru undir at kanna málið, og áðrenn langt um leið kom svarið: Um Rokkurin er ein oyggj, so eru oyggjarnar í Føroyum einar 300!

Einaferð var ein russisk sendinevnd í Føroyum. Teir fingu eina frágreiðing um land og tjóð, og sagt varð teimum, sum øllum øðrum útlendingum, at í Føroyum eru 18 oyggjar. Beinanvegin talaði ein at og segði: Í skúlanum heima í Ruslandi fingu vit at vita, at tað vóru 23 oyggjar í Føroyum. Hvat hava tit gjørt við hinar 5?

Fara vit til elstu keldu um Føroyar, sjálva føroyingasøgu, so er eingin ivi. Har verður sagt at Lítla Dímun er ein oyggj.

Verri er tá vit koma til Lukas Debes, sum í 1673 gav út eina føroyalýsing. Tá hann kemur til Lítlu Dímun, sigur hann, at hon er óbygd, og at teljast hólmanna millum. Tað er hvørki fyrstu ella síðstu ferð, at ein danskur prestur roynir at vraka tað sum føroyskt er, men tíbetur eydnaðist honum ikki at fáa undirtøku fyri sínum málsliga krotusmíði, tí hvalbingar og allir aðrir føroyingar lótu seg ikki taka av fótum, men hildu fast við sítt forna mál, og søgdu navnið so sum tað stóð í fornritunum. Tað er tí fyrst og fremst hvalbingum fyri at takka, at vit framvegis hava átjan oyggjar, sum tónleikabólkurin Swanga kann syngja um.

Oyggin er søguoyggin burturav frá føroyingasøgu til dagin í dag, men samstundis er hon dreymaoyggin. Allir føroyingar hava hoyrt um hana, men fáir hava sett sín fót har. Allir føroyingar vita, at har er mangt forvitnisligt farið fram, og mangt bragdið gjørt, men nágreinliga hvat ið hent er, vita fáir. Men nú fyri trimum árum síðani fór Johannes Andreas Næs undir at skriva bók um Lítlu Dímun. Hann hevur mangan verið í Oynni síðan hann sum unglingur í tretivuárunum var har at reka og fleyga. Síðan hevur hann skrivað niður frásagnir um Oynna. Ta elstu skrivaði hann tá hann í 1939 kom heim í jólafrítíð av læraraskúlanum og fór at hitta Lávus í Køkini. Lávus hevði í 1868, seytjan ára gamal, verið við at avtaka tað gamla svarta seyðaslagið. Tá vit síggja høvundan, síggja vit tí ein, sum hevur tosað við ein mann, sum fyri 148 árum síðani sá síðstu svørtu seyðirnar.

At avtaka hesar seyðir var eitt bragd, tí tað gjørdi at meir fekst burtur úr Oynni í teimum tíðum, tá ull var Føroya gull. Á gamla seyðaslagnum var næstan eingin ull!

Men størsta bragdið av øllum var tó, tá tað eydnaðist at einskilja Oynna. Fyrsta vit vita var Oyggin kongs eins og helvtin av Føroyum var tað. Kongur legði so nógva leigu á, sum hann kundi kroysta burtur úr festarunum, og viðhvørt var leigan av Oynni so høg, at eingin vildi gerast kongligur leiglendingur. Men í 1851 varð gjørt av í Danmørk, at allir kongsleiglendingar skuldu keypa jørðina, teir høvdu til leigu, fyri 25 ferðir leiguna. Greitt er, at føroysku kongsleiglendingarnir eisini fegin vildu hava ta jørð, teir arbeiddu. Einastu, sum megnaðu hetta, vóru teir hvalbingar, sum leigaðu Lítlu Dímun.

Tann, sum kom teimum til hjálpar í hesum verki, var faktorurin við kongliga handil á Tvøroyri, Johan Mortensen. Hann vendi sær til amtmannin og bjóðaði sær at keypa Oynna. Hetta endaði við uppboðinum 24. august 1850, har hvalbingar vunnu á kongliga embætismanninum. Prísurin var himmalhøgur, og nógv meir enn 25 ferðir leiguna. Fullkomuliga órímiligt var eisini, at øll søluinntøkan fór í statskassan.

Enn verri var, at hvalbingar, tá ið av tornaði, í fyrstu syftu als ikki fingu Oynna til óðals, men bert til arvafesti, og tí framvegis skuldu gjalda leigu fyri hana. Hesum sluppu teir ikki burturúr fyrr enn í 1912. Hóast øll tey lokabrøgd, embætismenninir hava gjørt, so er vert at hava í huga, at hvalbingar sigraðu á øllum hesum mótburði sum teir einastu føroysku leiglendingar. Teir gjørdu Oynna aftur til óðalsjørð og hava fingið nógv burtur úr tí íløgu, teir gjørdu tá teir róptu: Enn er nakað av gulli eftir við Neyst! Tí sjálvandi er gull gott at hava liggjandi á kistubotninum, soleiðis sum tann tann ið røkin er kann megna, men jørð er betri, tí hon gevur nakað av sær, og tað ger gull ikki. Og Oyggin hevur givið almikið av sær.

Hetta fekk eg at vita tá eg sum smádrongur hoyrdi ommu mína greiða frá, at hon sum hálvvaksin var roytingarkona hjá abba sínum Niels Paula á Bakkanum í Hvalba, og hvussu tey tá kundu eta lundahøvd úr Oynni til døgurða. Men ikki bert fyri eigararnar hevur Oyggin verið ein góð íløga. Henda oyggj hevur ikki kostað skattgjaldarunum nakað, tí teir sum eiga hana, hava sjálvir gjørt allar íløgur fyri at fáa nakað burtur úr ogn síni.

Hetta er størsta bragd, oyggjarmenninir hava gjørt, og nú er so henda velduga søga søgd, so til ber øllum at at fáa hana at vita.

Ein og hvør ber sum honum roynist, og betri mann at samstarva við enn Johannes Andreas Næs havi eg ikki kent. Fyri trimum árum síðani segði hann mær, at hann var farin í holt við at skriva hesa bók. Eg dittaði mær at siga, at kláraði hann tað, so skuldi eg geva hana út. Nú er bókin komin, og tað einasta, vit vóna, er at tey, sum áhuga hava fyri hesi Oyggj og hennara veldigu søgu, fara at fegnast um hana.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo