Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Havn mótmæltu vinstrahall, at Ísrael berjist fyri lívinum sum fræls tjóð.

Ein lurvutur skari sveiptur í palestinsk fløgg fagnaði drápsliðnum Hamas.

Sá tó ikki Hanus Kamban, ið júst hevur skrivað bók um jødahatur.

Hevur hann vent sínum vinstrahallu bakið, tí tey eru gløðandi antisemittar?    

Gunnvør Hoydal, kravgangari í 50 ár, flaggaði eisini fyri Hamas.

Vesturlendskir sosialistar og palestinar krevja dagliga ísrael fyribeint.

Tey eru í parti við Sinwar, Nazrallah, Haniyeh, Kamenei o.ø av sama slag.

Tey krevja, at jødar frá ánni Jordan til Miðjarðhavið skulu gassast og týnast.

‘Chartrini’ hjá Hamas, Fatah, Hizbollah og Iran krevja Ísrael av landkortinum.

Fanatisman minnir um stivlatramp, knúst glas, gular stjørnur og Waffen SS.

Ætla hamasfjepparar at fullføra verkið, ið Himler ikki kláraði? Ella hvat?

At Biden nú ætlar at steðga Ísrael og tryggja Hamas sigurin, undrar ikki.

Hann ræðist meiri at missa valstuðul frá 5 mió islamum enn 7 mió jødum.

1. páskadag lýsti hann 31/3 sum fastan ‘Dag teirra sjónliga tvørkyndu’ (0,5%).

Sjálvur er hann ‘café-katolikkur’, men vanvirðir 220 mió kristin í USA (65%).

Er hann bara í barndømi ella ørur í høvdinum? Helst bæði. (Obama stýrir jú).

Hví eingi krøv til Hamas 8. mars
Kvinnur mótmæltu ikki 8. mars, at islamskt Hamas niðrar kvinnur sum trælir?

Eingin jødi býr nú í Gaza, men 2 mió arabar eru í Ísrael við øllum rættindum.

Mótmælti nakar 8/3, at samkynd í frægasta lagi sleppa at flýggja úr Gaza?

Tey verða fongslað, pínd, steinað, hongd í kranabili ella stoytt av húsatekjum.

Einki mótmæli, at Hamas hevur sent 15.000 rakettir inn í Ísrael síðan 7/10/23.

Tær verða skotnar frá barnagørðum, sethúsum, skúlum og ST-bygningum!

ST hevur jagstrað demokratiska Ísrael í 60 ár og sleikt Islam um rassin.

IDF fangaði 600 hamas-drápsmenn í og undir Shifa sjúkrahúsinum hósdagin.

Tað er brotsverk móti mannaættini at misbrúka sjúkrahjús sum herstøðir.

2 mió muslimar í Írael
Ísrael er einasta demokratiska land í Miðeystri og í muslimska heiminum.

Hví mótmæltu tey vinstrahallu ikki KGB, Stasi og Mao (55 mió lík)?

Eingin mótmæli, at arabisk lond eftir 1948 hava útstoytt 800.000 jødar.

Ísrael tók glaðbeint móti sínum egnu og mió fleiri til nýtt heim í Ísrael.

Eingi arabisk lond vilja vita av ella taka ímóti palestinskum trúarfeløgum.

Flestu muslimsk nøvn í telefonbókini í Judea/Samaria (VÁ) eru jordansk.

Flestu nøvn í telefonbókini í Gaza eru egyptisk. Gazar eru egyptar.

Jordan og Egypt hata palestinar og sýta teim at flyta heim til síni egnu.

Miljónir kristin eru rikin úr muslimska Miðeystri eftir 1948. Einki mótmæli.

Men 20 mió muslimar eru komnir til Evropa og kosta mió evrur dagliga.

Eingin átala, tá Assad drap 700.000 og rak 2 mió sýrar til m.a. Evropa.

Men Vestanlond skulu taka ímóti hesum jøda- og kristnihatandi islamum.

Einki val í 19 ár
Gaza fekk sjálvstýri frá Ísrael í 2005 og flest valdu Hamas at stjórna Gaza.

Hamas-stjórnin rak út, ja enntá drap flestu Fatah andstøðuleiðarar.

Í 19 ár hevur einki politiskt val verið í Gaza, bara svik, sor og morð.

Ísrael er 10-falt og Singapore 20 ferðir ríkari enn køsturin Gaza pr íbúgva.

Gaza hevur 45 km langa sandstrond og minni fólkatættleika enn Singapore.

Gaza kundi havt størri ferðavinnu enn Malta, Kypros, Rhodos og Sisilia tils.

Lítil og eingin framburður hevur verið hjá 2 mió gazabúgvum í 19 ár.

Hamas-leiðslan livir feitt í útlegd av stolnari neyðhjálp úr Ísrael, ES og USA.

40.000 Hamas terroristar skapa eingi virði, og tí er Gaza dustfátækt.

700 km av terrortunlum hevur Hamas grivið fyri neyðhjálp frá ES og USA.

Eisini hevur prestastýrið í Iran (85 mió fólk) vápnað Hamas fyri miljardir.

Hamas byrjaði kríggjið móti Ísrael
Hamas hevur ført 3 ‘intifada’ móti Ísrael, dripið og skatt 1000-tals jødar.

7. okt 2023 leyp Hamas á Ísrael, drap 1.300 og særdi 5.400 ísraelar.

Hamas rændi eisini 230 gíslar til Gaza at brúka til at ‘blackmaila Ísrael.

Tá var ovboðið, og ein felags stjórn við Netanyahu á odda herjaði á Gaza.

70% av gazabúgvum hava stuðlað Hamas, eftir at drápsliðið leyp á 7/10.

Øll kunnu síggja ræðuleikarnir hjá Hamas móti sivilum jødum (sí YouTube).

Neyðtøkur, píning, barnamorð, brenning og gíslatøkur - ikki fyri veik hjørtu.

Hamas taldi 40.000 terroristar, og teir brúka síni sivilfólk sum skotbjálvar.

Biden fallin Hamas til kníggja
Ísrael brúkar sum eindømi helvt av síni krígsorku til at spara sivil fíggindalív.

Ísrael koyrir dagliga 100-tals trailarar við vatni, mati og neyðvørum til Gaza.

Hamas rænir mestu neyðhjálpina til sín sjálvs ella til sølu svart fyri okursprís.

Nú sær út til, at IDF hevur bast 2/3 av Hamas, og ætlar at orðna restina.

Men so rykti stjórnin hjá tí sinila Biden teppið undan sínum sameinda, Ísrael.

Tað merkir, at forsetin í USA útnevnir áleyparan í krígnum til sigursharra.

Hann eymýkir 7 mió jødar í USA, ið flestir hava stuðlað Dems, Bidensa flokki.

Biden ræðist 5 mió muslimskar veljarar meir enn 7 mió flokstrúgvar jødar.

Dems eru blivnir marxistiskur flokkur eftir Obama og tapa tí helst forsetavalið.

Fast taki teimum og gott fyri USA, hóast mong hava mist vónina um landið.

USA var Vesturheimsins verja og vón. Við Biden er tað nú eitt sjúkt Sodoma.

Men Dems kunnu altíð svika til forsetavalið og/ella byrja borgarakríggj.

Gævi, ‘tað blíðkar fyri hugaðum fólki’, í USA, Ísrael, Ukraina og Vesturheimi.

Óli Breckmann

(Video um dráps- og deyðskultin Hamas og demokratiska Ísrael – 8 min.)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo