BirkBloggur: Kjattrobotturin chatGPT er enn við sítt fríska lív.
Hvønn dag royni eg at fáa hann at svara og geva til kennar ein feril av førleika at orða seg á føroyskum og at grunda yvir tað skrivaða, hvat evnið so er.
Hugsi fyri mær, at hetta er fyrsta høvið eg kann hugsa mær, at fáa næmingar í einum heilum flokki at sita við hvør sína maskinu og skriva, bjóða av, vinkla, venda og snara, og arbeiða við teksti og øllum teim smálutum, sum gera setningar, søgur og tekstir.
Kjattrobottur sum amboð at brúka í flokkinum, at bróta niður og byggja upp. Tekst eftir tekst. Framúr amboð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo