Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri smáum 40 árum síðani gingu fólk hurð av hurð kring landið – eisini her í Suðuroynni. Endamálið var at fáa fólk at seta pening í eitt nýtt reiðarí, sum skuldi sigla við ferðafólki og farmi í Norðuratlantshavi og niður á Evropeiska meginlandið.

Hetta førdi við sær, at Smyril Line varð stovnað og fyrsta Norrøna varð keypt. Á sumri 1983 varð farið undir sigling millum Føroyar, Danmark, Ísland, Hetland og Norra. Seinni er ferðaætlanin broytt og í dag siglir nýggja Norrøna millum Føroyar, Danmark og Ísland. Ongin sigling er til Hetlands og Norra – og ongin sigling er til Skotlands, sum er okkara næsti granni her í Norðuratlantshavi.

Eitt áramál í 1980- og 1990árunum sigldi Strandfaraskipið Smyril tó millum Suðuroynna og Skotland. Siglt varð úr Suðuroynni til Scrabster og tað tók umleið 12-14 tímar at sigla teir 200 fjórðingarnar til Scrabster, siglt varð eina ferð um vikuna. Gamli Smyril røkti Skotlandsleiðina, meðan Teistin sigldi um Suðuroyarfjørð. Smyril gavst at sigla til Scrabster í Skotlandi í 1995 og seinasta árið í 1994/1995 ferðaðust umleið 11.000 fólk á farleiðini.

Avbjóðingar á Suðuroyarleiðini
Á Suðuroyarleiðini siglir nú ein nýggjur Smyril, men um hugsað verður um at Smyril er bygdir í 2005, so er hann kanska ikki so nýggjur longur.

Nýggi Smyril er væl størri enn gamli Smyril, tekur fleiri ferðafólk, fleiri bilar og meiri farm. Men hesi seinastu árini eru avbjóðingar við kapasitetinum á Suðuroyarleiðini vorðnir størri ár um ár. At kalla hvørja viku er Smyril ov lítil, og er tað púra vanligt, at bilar ella farmur ikki sleppa við tann túrin, tey ynskja um Suðuroyarfjørð – eisini mitt í viku.

Ein av orsøkunum er, at sera nógvur farmur verður fluttur um Suðuroyarfjørð, bæði úr Suðuroynni og til Suðuroynna, og hetta ávirkar bæði ferðafólkaflutningin og møguleikarnir fyri at halda ferðaætlanina. Onnur orsøk er, at talið av ferðafólkið, sum vitjar vøkru Suðuroynna veksur støðugt – og við øktum tali av ferðafólkum fylgir eisini økt tal av bilum, og samanrenningin við øktan farm skapar avbjóðingar.

Onnur avbjóðing á Suðuroyarleiðini er, at Smyril við jøvnum millumbilum skal í dokk til árlig eftirlit, og nú Smyril er farin at eldast, so styttist eisini millum árligu eftirlitini. Seinastu árini hevur tað verið sjón fyri søgn, at tað er ein afturvendandi avbjóðing at finna nøktandi skip at avloysa Smyril, tá hann er í dokk.

Greitt er, at trupulleikarnir á Suðuroyarleiðini fara ikki at gerast minni komandi tíðina. Tíverri er tað helst eisini bara spurningur um tíð, áðrenn Smyril fær eitt álvarsligt brek – hetta vita vit frá øðrum skipum, sum eldast – og tá verður tænastan um Suðuroyarfjørð neyvan á sama støði sum planløgdu dokkingarnar, har nøkulunda skip eru fingin at avloysa Smyril.

Skip til Suðuroyarleiðina og Skotlandsleiðina
Sum er, er tørvur á øktum kapaciteti á Suðuroyarleiðini í miðal 1-2 dagar um vikuna. Ivasamt er tó, um tað gevur meining at keypa eitt skip bara til at loysa tað avbjóðingina?

Men at keypa skip, sum bæði loysir kapacitets-trupulleikan á Suðuroyarleiðini og sum fer at sigla millum Suðuroynna og Skotland gevur góða meining – og hevði hetta skapt møguleikar fyri enn størri menning av føroysku ferðavinnuni og ikki minst menning í Suðuroynni.

Í 1980- og 1990árunum var Skotlandsleiðin ein týðandi farleið fyri vinnulívið í Suðuroynni, bæði í samband við útflutning av fiskavørum, og í samband við innflutning av handilsvørum til handilslívið í Suðuroynni. Fasta ferðasambandið til Skotlands var eisini ein nógv brúkt leið hjá ferðafólki, kanska serliga hjá fólki sum valdu Skotland og Stóra Bretland sum ferðamál.

Lítið er at ivast í, at hendan leiðin framvegis er ein áhugaverd leið hjá vinnulívinum í Suðuroynni og í Føroyum sum heild, bæði hjá útflutningsvinnuni og í samband við innflutning av vørum úr Stóra Bretlandi. Men serliga í ferðavinnuhøpi er farleiðin millum Skotland og Suðuroynna / Føroyar sera áhugaverd. Føroyar hava sum ferðavinnuland gjørt risa lop síðani miðskeiðis í 1990árunum, eru farin frá at verða eitt “ókent” land í Norðuratlantshavi til at verða eitt tað mest áhugaverdu ferðamálum í Heiminum.

Fyri ferðavinnuna í Suðuroynni og í Føroyum sum heild hevði ferðafólkasigling millum Skotland og Føroyar verða eitt týðandi frambrot, sum hevði ført við sær nýggjar møguleikar fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroynni, og hevði hetta eisini havt ávirkan á ferðavinnuna í landinum annars.

So ja, eitt skip at røkja Suðuroyarleiðina og at røkja ferðafólkaflutning millum Suðuroynna og Skotland gevur sera góða meining.

Skip eru tøk
Korona-støðan kring heimin hevur havt stóra ávirkan á ferðavinnuna – eisini á tann partin av ferðavinnuni, sum fevnir um at flyta fólk við skipi. So lítið er at ivast í, at skip, sum eru vælegnaði til at sigla í Norðuratlantshavi – um Suðuroyarfjørð og úr Suðuroynni til Skotlands – eru tøk á marknaðinum; og tøk til ein rímiligan penga.

Í Íslandi er eisini eitt hóskandi skip tøkt. Herjólfur III sum røkti farleiðina millum íslendska meginlandið og Vestmannaoyggjar frá 1992 til 2019. Í 2019 varð Herjólfur III avloystur av nýggja Herjólfi (tann fjórði í røðini).

Herjólfur III, er bygdur í Flekkefjord í Norra í 1992 og er 70,5 m. langur og 16,0 m. breiður – og er bygdur at sigla í Norðuratlantshavi. Herjólfur III varð herfyri lýstur til sølu og kann keypast fyri umleið 30 mió. kr.

Í felag fáa skip til Suðuroyar- og Skotlandsleiðina
Í fleiri ár hava avbjóðingarnar á Suðuroyarleiðini verið viðgjørdir. Fólk, sum sigla á Suðuroyarleiðini, vísa javnan á avbjóðingarnar. Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hevur í fleiri umførum víst á, at neyðugt er við einum tiltaksskipi um Suðuroyarfjørð. Og frá landspolitiskari síðu hevur verið víst á, at ein loysn er neyðug.

Kanska er tíðin komin til at gjørt verður sum fyri smáum 40 árum síðani, at farið verður hurð av hurð kring landið við tí endamáli at fáa fólk og fyritøkur at seta pening í eitt nýtt reiðarí, sum skuldi sigla við ferðafólki og farmi um Suðuroyarfjørð og sigla við ferðafólki millum Suðuroynna og Skotlands.

Upplagt er, at talan verður um eina samanrenning millum privat og alment, soleiðis at Landið eisini kemur at eiga ein part av skipinum, tí tað skal í innanoyggja sigling. Á skipsteknisku síðuni hava bæði Strandfaraskip Landsins og Smyril Line førleikar og royndir á økinum og kunnu røkja týðandi skipstekniskar uppgávur.

Í almenna rúminum verður ofta tosað um “win-win støður” – lítið er at ivast í, at við at keypa eitt skip, sum kann loysa kapacitets-trupulleikan um Suðuroyarfjørð og samstundis sigla við ferðafólki millum Suðuroynna og Skotland hevði verið ein “win-win støða” fyri bæði Suðuroynna og landið sum heild.

Dennis Holm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo