Eysturkommuna: Í Føroyum eru eitt vet omanfyri hundrað høv. So at siga allar oyggjarnar eru umboðaðar.
Tað at lyfta høv í Føroyum er aldargamal siður, helst úr víkingaøld. Hvat er eitt hav? Tað er tungur / illtungur steinur ( ella okkurt tungt, eisini andligt ) at hevja / lyfta so mikið, at dagur sæst undir steininum.
Høvini kunnu skipast í tríggjar bólkar:
Mannfólkahøv
Konufólkahøv
Kappahøv
Í Eysturkommunu eru níggju høv. Fimm av teimum eru í Leirvík, tvey eru í Norðragøtu og tvey eru í Syðrugøtu.
Myndir av nøkrum av høvunum - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo