Tað er nógvur aktivitetur í Gásadali, Bø og Sørvági í sambandi við nýggja Gásadals-filmin. Og seinni í vikuni verður uppaftur meira á skrá, tá ið skonnartin kemur á Sørvág.
Hesar myndirnar eru frá upptøkum í Pakkhúsinum í Bø fyrrapartin í dag.
Aliir teir gomlu grindabátarnir eru drignir úr neystinum í Miðvági, millum annað Húsabáturin og Kirkjabáturin, og skulu teir til Sørvágs í sambandi við at bóndin skal umborð á skonnartina við konuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo